Brasilia fær nýggja Kristus-standmynd

Meðan vit her í Føroyum hava slept ætlanunum at reisa ein stóran kross á Høganesi, so halda brasiliumenn seg afgjørt ikki aftur. Ein nýggj Kristus-standmynd er um at vera klár at vía.

Brasilia er longu frammanundan heimskent fyri 38 metra høgu Kristus-standmyndina, ið hevjar seg yvir landslagið um Rio de Janeiro, men nú hava so íbúgvarnir í býnum, Encantado, gjørt av at geva landsmonnum teirra í høvuðsstaðnum harða kapping. Tey eru júst við at leggja síðstu hond á byggaríið af eini heili 43 metra høgari standmynd. Peningurin er fingin til vega ígjøgnum crowdfunding.

Standmyndin í Encantado er ikki bert størri enn standmyndin í Rio de Janeiro. Tey hava valt at gera tað møguligt fyri áskoðaran at koma heilt nær Kristi hjarta. Har er ein lyfta inni í standmyndini, ið kann føra vitjandi upp á eitt hjartaformað op í bróstpartinum.

Arbeiðið byrjaði í 2019, og hugskotið kom upprunaliga frá lokalpolitikkaranum Adroaldo Conzatti. Hann fekk tíverri ikki sjálvur møguleika at síggja lidna úrslitið, av tí at hann doyði við Covid-19 í mars 2021. Hóast hesa veldigu stødd, so verður tó standmyndin í Encantado tann bert næsthægsta Kristusstandmyndin í heiminum. Í Sulawesi í Indonesia er ein standmynd upp á heilar 53,55 metrar. Tann ætlaði krossurin á Høganesi skuldi til samanbering bert verða 17 metrar høgur.