Bretskir hermenn í missiónshúsinum Thabor

Ein serstøk og áhugaverd frágreiðing, tá ið bretskir hermenn “hersettu” Missiónshúsið Thabor í Fuglafirði undir krígnum.

Tá ið bretskir hermenn hersettu Føroyar í 1940, skuldu teir eisini húsast á útvaldum støðum kring landið. Tí komu boð frá bretsku myndugleikunum í september 1940, at Thabor skuldi undir teirra ræði. Tað bleiv gjørt í semju við stýrið, og uppruna leigusáttmálin er tøkur. Tað sæst í honum, at enski herurin skuldi gjalda 110 krónur um mánaðin í húsaleigu, og at hetta leigumálið var upp á óásetta tíð. Somuleiðis hevði stýrið, tá ið leigumálið helt uppat, rætt til endurgjald fyri hvønn skaða, sum hendur var í leigutíðini.

Tey árini, tá ið bretska hersetingarvaldið hevði missiónshúsið, vórðu sunnudagsskúli og møti hildin í skúlanum. (tað sum vanliga verður kallað 1936-skúlin.)

Ikki var neyðugt at hava enska støð í Fuglafirði undir øllum krígnum, og 7. mars 1944 avgjørdi stýrið at „sende ansøgning til de Britiske Myndigheder om at få Missionshuset tilbage som har været besat af Besættelsesmagten siden 14. September 1940, og om godtgørelse for den skade huset har lidt den tid de har haft det”.

12. juni samtykti stýrið, at tekja, veggir, vindeygu og hurðar skuldu málast á útsíðunum og somuleiðis benkurnir og eisini, at vatnkrani skuldi setast upp í gongini fyri egna rokning. Innandura umvælingarnar skuldu bretsku myndugleikarnir rinda fyri.

LES EISINI  Nýggjur sóknarprestur settur í Fuglafirði
Leigusáttmálin millum Thabor og bretska hervaldið, tá ið tað hevði Thabor krígsárini.

Leigusáttmálin millum Thabor og bretska hervaldið, tá ið tað hevði Thabor krígsárini.

Meðan bretar høvdu missiónshúsið, gróvu teir ein lítlan part av kjallaranum út. Hetta var í norðaru síðu av húsinum. Tað var brúkt til kolgoymslu. Uttanfyri høvdu teir eitt lítið kokkahús, har teir matgjørdu. Omanfyri missiónshúsið bygdu eingilskmenninir eina barakk, har teir plagdu at eta og hugna sær.

Leigusáttmálin millum Thabor og bretska hervaldið, tá ið tað hevði Thabor krígsárini.

Eftir kríggið hevði Kristian Kristiansen (Kristian í Køk) nakrar seyðir standandi nakrar vetrar í tí partinum av kjallaranum, ið var grivin út.

Einaferð, tá ið eingilskmenninir vóru í Thabor, valdu teir í spølni at skjóta eftir hvørjum øðrum. Men tað vísti seg, at tann eina riflan ikki var avlødd, og tá ið tað brast, var patrón í rifluni, og tann eini hermaðurin varð raktur og doyði. Aftaná at Thabor hevði fingið húsið aftur, sást eitt hol í eini hurð, har hildið varð, at skotið var farið ígjøgnum.

Vanliga virksemið í Thabor bleiv tikið uppaftur, tá ið stýrið hevði yvirtikið húsið frá enska hervaldinum.

LES EISINI  Kirkja er nakað, sum vit gera saman

Á fundinum 8. desember 1944 viðtók stýrið at halda jólatræveitslu í døgunum millum jól og nýggjár. Somuleiðis varð viðtikið, at hava eina innsavning á møtinum 3. sunnudag í advent til rakstur av missiónshúsinum.

Árið eftir, á fundi 17. desember, var viðtikið at halda jólatræveitslur í missiónshúsinum. Barnaveitslan var sett til at vera 28. desember og veitslan fyri tey ungu 2. januar 1946 og fyri tey eldru 3. januar.

Tað var mest miðhæddin, ið var nýtt til virksemi í Thabor. Har vóru bæði lítlisalur og stórisalur. Møti og sunnudagsskúli vóru í stóra sali, meðan bíbliutími var í lítlasali. Um nógv fólk vóru á møti, var latið upp í lítlasal, so at fólk eisini kundu sita har. Orglið stóð uppi á loftinum, og har var eitt lítið rúm afturat. Kjallarin var ikki útgrivin.

Úr bóklinginum: “Thabor 100 ár 1924 – 2024”
Skrivað hevur: Frants Jensen.


Fá vikuligt tíðindabræv á tín teldupost, so tú fært alt við. Tíðindabrævið vísir tær samandrátt av greinum, sum eru komnar út seinastu vikuna. Trýst her…

LES EISINI  Væl eydnað 100 ára hald í Thabor
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina