Sunnudagsskúlin í Fuglafirði skipaði fyri felags sletutúri

Nú vit nærkast summarmála hava vit kava enn. Í góðveðrinum í gjár skipaðu tey í sunnudagsskúlanum í Fuglafirði fyri felags sletutúri heldur enn at hava vanligan sunnudagsskúla inni. Í skundi bleiv lýst við, at børn og vaksin kundu taka sletu við.

Øll møttu fyrst í Thabor, har tey sungu og høvdu bøn saman. Síðani fóru tey út at sleta í góðu, gomlu Kirkjubrekkuni í Fuglafirði og so inn aftur í Thabor at fáa sær heitt kakao. Nógv børn og foreldur nýttu hendan møguleikan í góðveðrinum.

Trúboðin hevur fingið nakrar myndir úr Fuglafirði.

LES EISINI  Nú er sunnudagsskúlasangbókin aftur á lagrinum.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina