Bumbu-skýla tænasta í Ukraina

Fólk savnast í undirgrundarjarnbreytini í Kiev og nýta hana sum bumbuskýli. Orsakað av loftálopum og ávaringarlúðrum hoyra grannar og flóttar gleðiboðskapin meir enn nakrantíð fyrr.

Vit eru nú farin um fyrstu vikuna í opnum kríggi við Russland. Russland hevur tó verið í stríði við Ukraina síðan 2014, men tað, vit nú uppliva, er ein fasa uttan fordømi. Kortini er tað løgið, hvussu skjótt ein venur seg til gerandisveruleikan í einum kríggi.

Fyrsta dagin skaptu bumbuálop á aðrar ukrainskar býir stóra ræðslu í Svitlovodsk, har eg og familja mín búgva. Sjálvandi gjørdi tann veruleikin, at vit heilt óvæntað vórði vakt upp av tíðindunum áðrenn lýsingina, ikki støðuna betur. Ætlan fíggindans at skapa skelk og ræðslu sá út at virka sum hon skuldi.

Nú, aftaná sjey dagar, er adrenalinið komið niður aftur. Vit eru vorðin von við útgonguforboðið kl.20.00 og somuleiðis at sita í eini døkkari íbúð um náttina. Vi taka okkum í viðhvørt at ignorera nakrar av loftálops-lúðrunum, serliga teir mitt um náttina, tá vit eru sera móð og heilt útkoyrd. Vit hava somuleiðis lært, at ikki allir lúðrar merkja, at ein bumba er við at detta oman yvir høvd okkara.

LES EISINI  Seinasta nýggja frá Bíbliufelagnum í Ukraina

Men hvørja ferð, vit eru ávegis móti bumbuskýlinum nýta eg og familja mín høvi at luta vónina í Kristi við okkara grannar.

“Bumbu skýla tænastan” er, tað má eg viðganga, ikki ein tænastu vangi, eg trúði, eg nakrantíð fór at fáa. Kortini síggja vit longu nú, hvussu fruktagott tað hevur verið. Grannar okkara hava hoyrt meir um Kristus, meir Skriftlesnað og tikið lut í fleiri bønamøtum síðstu vikuna, enn tey mest sannlíkt hava hoyrt alt lívið.

Umframt bønina “Faðir vár” havi eg lisið fleiri Sálmar saman við teimum – ein serliga vælegnað bók til okkum í Ukraina, tí Dávid um og umaftur í síni neyð rópar til Guds um hjálp móti fíggindanum.

Ein av okkara grannum er tað sum svarar til okkara íbúðarumsjónarfólk. Hina náttina í bumbuskýlinum sat hon við tárum í eygunum av takksemi um at hava grannar sum okkum. Hon sigur seg ikki skilja, hvaðani vit koma. Vit fingu sagt henni frá, at um munur er á okkum og hinum, so er tað einans orsakað av vón okkara í Kristi.’

Vit fingu sagt henni frá, at um munur er á okkum og hinum, so er tað einans orsakað av vón okkara í Kristi.

Eg havi somuleiðis fingið spurningar har niðri um, hvussu vit eiga at lesa Bíbliuna rætt. Gamli maðurin, ið spurdi meg, fekk eitt snarskeið í Kristologi í Bíbliuni! Tað kemur ofta fyri, at vit halda á at umrøða trúarmál langt aftaná at ávaringarlúðrarnir eru steðgaðir.

LES EISINI  Føroyingur í Litava við sjey flóttum

Hóast nógv tíð verður nýtt í bumbuskýlinum undir loftálopunum, so er býur okkara sloppin undan veruligum bumbuálopum. Praktisku orsøkirnar er lítla støddin(íbúgvar 45.000) og manglandi strategisk mál í økinum. Hetta og so eisini tann sannroynd, at vit eru komin til eitt vegamót í hesum landi, hevur gjørt Svitlovodsk til eitt flóttafólka mál – Tað og forsjón Guds.


Harðrendu bumbuálopini á sivilmál í næststørsta býnum í Ukraina, Kharkiv, hevur ført til eina nýggja bylgju av flóttafólkum hetta seinasta døgnið. Áðrenn hetta vóru málini mest hernaðarlig. Hetta merkti, at okkara kirkja fekk 16 flóttar eyka í kvøld, 10 í hesum bygningi og 6 privat hjá eini familju í kirkjuni.

Ein av ungu familjupápunum, ið gisti í okkara kirkju er Hindu maður og hann setti fram eina rúgvu av góðum spurningum um kristindómin. Tað endaði við, at eg sat og tosaði við hann um, hvat tað er, sum ger gleðiboðskapin øðrvísi enn allur annar átrúnaður (eitt nú náðin). Eg haldi næstan, hann nú er byrjaður at síggja kristindómin í einum øðrvísi ljósi. Vit góvu hvør øðrum telefonnummar, so vit kundu halda á at hava samband við hvønn annan, eisini aftaná, at tey komandi dagarnar halda leiðina vestureftir.

Soleiðis er støðan hjá flestu flóttafólkum, ið koma so langt. Vit eru bert eitt slag av kráarvertum hjá troyttum ferðandi. Men vi vóna at tæna teimum og hjálpa teimum at uppliva Kristi kærleika og frið, hóast tað bert snýr seg um nakrar fáar tímar. Tað er ikki okkara uppgáva at kroysta nakra trúgv oman yvir tey – ein uppfatan, ið sjáldan gevur góð úrslit. Heldur vilja vit átaka okkum hvønn tann leiklutin, Gud játtar okkum: at planta eitt sáð, at vatna – ella at heysta, tá grøðin er staðin. Hann er tað, ið gevur fruktirnar í røttum tíma, og hetta kunnu vit hvíla í.

LES EISINI  Gamalt gull: Frelsa til eitt nýtt ættarlið

Christianity Today: BENJAMIN MORRISON

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina