Burturstaddur á jólum: – Tað má man taka við, tá man hevur valt sjólívið

Jólini halda tey flestu saman við sínum kæru, men tað eru ikki øll, sum kunnu tað hvørt ár. Eyðun Andreasen úr Leirvík siglir við Sæborg í frálandavinnu og er burtur onnurhvørji jól.

 

Eyðun hevur siglt við Skansa Offshore síðani 2009, og hesi árini hevur hann fimm ferðir verið burtur á jólum. Hann er 55 ára gamal, giftur við Eilin, og tey eiga tvey børn, tvey verbørn og tvey abbabørn. Dóttirin var 10 ára gomul, tá hann fór út at sigla, so hann hevur ikki verið burtur á jólum, meðan børnini vóru lítil.

– Sjálvandi er tað ringt at vera burtur frá sínum kæru og serliga á jólum, tá øll eru saman og hugna sær saman. Eisini tað at fara í kirkju og hoyra Guds orð, at sleppa til jólatræ og jólafest í missiónshúsinum saman við sínum kæru. Jólini eru ein familjuhátíð, og hetta sakni eg, tá eg eri umborð. Men tá ein hevur valt at vera sjómaður, so má man taka við tí eisini at vera burtur. Hjá okkum vita vit eitt ár frammanundan, at vit verða burtur næstu jól, um Gud gevur okkum lív og heilsu, so vit hava góða tíð at venja okkum við tað, greiðir Eyðun frá.

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Hann leggur afturat, at tá tað ikki altíð ber til at vera saman við sínum kæru, hevur tað stóran týdning at vita, at øll hava tað gott har heima.

Hugna sær saman, áðrenn hann fer umborð

– Tá eg skal umborð fyri jól, plaga vit sum familja at hugna okkum saman áðrenn. Vit hava altíð ein bakidag saman, har vit hugna okkum saman. Í ár flutti sonurin við familju í nýggj hús, so tey bjóðaðu inn til baking og hugna. Onkrir sjómenn halda jól saman við familjuni, áðrenn teir fara umborð, men so nógv gera vit ikki burturúr. Men eta ein góðan ræstan bita og hugna okkum saman, tað gera vit, sigur Eyðun.

Onkur fyrimunur eisini

Eyðun og familjan eru virkin í Leirvíkar missiónshúsi, har hann eisini er húsavørður, tá hann er heima. Spurdur, hvat er mest umráðandi á jólum, svarar Eyðun, at uttan Jesus vóru eingin jól, so tað hevur alt at siga fyri hann! Hann leggur afturat, at tað hevur eisini onkran fyrimun at vera burtur á jólum:

LES EISINI  40 ung til Puls í gjár

– Hjá okkum er tað so, at vit eru heima onnurhvørji jól og burtur onnurhvørji jól.

Tá eg eri burtur á jólum, veit eg, at eg eri heima til missiónsvikuna í Leirvík ein mánað seinni, og tað vigar sera nógv hjá mær. Fyri meg er tað ein hátíð, sum eg gleði meg nógv til, á hædd við jólini.

Hugnaligt umborð á jólum

Umborð er altíð hugnaligt á jólum, sigur Eyðun. Teir sigla supply, og tá vita teir ikki altíð, hvat kann henda. Teir mugu vera klárir at traðka til, um boð eru eftir teimum.

– Men tá vit ikki eru undir boripallinum, gera vit nógv burturúr at halda eini hugnalig jól umborð. Øll manningin er føroyingar, og jólaaftan stákast kokkurin allan dagin við dunnu og øllum, sum har til hoyrir. Vit eru væl klæddir, og hetta er nokk einastu ferð á árinum, at allir 12 mans sita til borðs. Messan er pyntað, og borðið er væl dekkað, sigur Eyðun.

Jólaaftan 2015 umborð á Sæborg

Hann greiðir frá, at kvøldið er akkurát sum heima. Eftir máltíðina og upptakið seta teir seg í uppihaldsrúmið. Skipari ella yvirstýrimaður lesur jólaevangeliið, teir syngja jólasangir, og síðani verða pakkarnir frá sjómanskvinnuringinum býttir út.

LES EISINI  Øðrvísi missiónsvika í Leirvík

– Vit geva okkum altíð góða tíð at pakka upp, spyrja hvør annan um pakkan og vita, um vit kanska kenna hana, sum hevur latið pakkan. Hetta er ein góð og gevandi løta, sum allir gleða seg til. Kvinnuringarnir um landið gera, at jólini verða hugnalig og heimlig hjá okkum umborð. Eg kann svara fyri allar umborð á Sæborg, at vit eru sera takksamir og glaðir fyri at fáa pakkarnar, og ikki minst tær mongu bønirnar, ið verða bidnar fyri okkum sjómonnum, sigur Eyðun.

Men eftir rísalamang og pakkaspæl fer hvør maður inn á sítt kamar, har hann pakkar sínar pakkar upp, sum hann hevur fingið við heimanífrá.

– Tá fara menn at ringja heim og tosa við síni kæru. Tað er so ómakaleyst, tí sambandið er so gott. Ikki sum fyrr, tá man skuldi biðja um samtalu og alt hoyrdist yvir Tórshavn Radio,

sigur Eyðun við einum brosi, men leggur tó afturat:

– Tá er ikki frítt, at heimlongsul sníkir seg inná ein, og okkurt tárið fellur til eitt hondskrivað bræv heimanífrá, sigur Eyðun at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina