Byggja Guds ríki

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ein maður fór eitt kvøldið inn í eina kafé, og sum hann sat har, hoyrdi hann eina samrøðu millum tvær konur. Tað vísti seg, at tær vóru skøkjur. Onnur segði: – Í morgin havi eg føðingardag. Hin svaraði: – Ok, verður so onkur veitsla? Tá svaraði tann fyrra: – Nei, eg havi ongantíð havt nakra føðingardagsveitslu í lívinum. Stutt seinni reistu tær seg og fóru.

Maðurin fór yvir til eigaran av kaféini og spurdi, um hann kendi hesar báðar? – Ja, tær eru her hvørt kvøld. Eg kenni eisini allar vinkonurnar. – Ok, hvat sigur tú til, at vit halda eina veitslu fyri aðrari teirra í morgin og bjóða vinum hennara eisini, tí eg hoyrdi hana siga, at hon hevði føðingardag? Menninir samdust um at gera tað. Ein keypti kaku, hin pyntaði kaféina, og teir bjóðaðu øllum vinkonunum.

Klokkan trý næstu nátt, tá ið føðingardagsbarnið kom inná kaféina, róptu øll TIL LUKKU! Hon fór at gráta og kláraði ikki at standa og ei heldur at blása ljósini á kakuni. Hetta hevði hon aldrin droymt um og var frá sær sjálvari, tí hon var so glað. Tá hon var komin so frægt fyri seg, spurdi hon, um hon kundi goyma kakuna har heima, heldur enn at tey ótu hana beinan vegin, tí hon vildi sleppa at goyma hesa uppliving leingi. Og so rann hon heim eftir onkrum at bera kakuna í og bað hini bíða, til hon kom aftur.

LES EISINI  Man mín kvotan hjá Gudi ikki vera uppi?

Nú stóðu teir báðir klokkan hálvgum fýra um náttina í kaféini fullari av skøkjum, og tað var ein løta, har ongin ordiliga visti, hvat skuldi henda. Tá sigur fyrstnevndi maðurin: – Hvat siga tit til, at vit biðja fyri Agnas? Og so bað hann fyri henni, at Gud mátti vera góður móti henni og vísa sína náði í Jesusi. Tá ið hann var liðugur at biðja, lenaði kaféeigarin seg yvir til hansara og segði: – Tú segði mær ikki, at tú var prædikumaður! Hvat slag av kirkju hoyrir tú til? Maðurin svaraði: – Tað slagið av kirkju, sum heldur føðingardag fyri skøkjum klokkan hálvgum fýra um náttina. Ein løta gekk, so svaraði hin: – Nei, tað kann ikki passa, tí slíkar kirkjur finnast ikki; og um so var, at hon fanst, hevði eg ynskt at verið partur av henni.

Hevði tú vilja verðið partur av slíkari kirkju?

Hetta er einans eitt dømi um, hvussu Gud arbeiðir gjøgnum sína kirkju á jørð. Uppá sama máta sum vit sum teir syndarar, vit eru, møta Guds náði, soleiðis eru vit kallað at møta øllum Guds skapningum á jørð, so at tey kunnu møta Guds náði ígjøgnum okkum.

LES EISINI  - Tað snýr seg ikki um, hvat tú skal gera fyri Gud, men hvat Gud hevur gjørt fyri teg!

Gud byggir sína kirkju og sítt ríki á jørð, men hann nýtir ikki grót ella múrsteinar, men livandi steinar – síni børn. Tey, ið eru doypt til Jesus Kristus og liva í trúnni á hann. Hesi verða ummyndað at líkjast Jesusi í sinn og skinn, so at Guds ríki kemur, eisini okkara millum í Føroyum 2019. Náðin broytir alt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina