Dimensjónir

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Stundum verður sagt, at “miraklernes tid er ikke forbi”. Hesi orð eru “eyka” viðkomandi, nú Hans Berntsen fyri stuttum var á vitjan í Føroyum. Summi upplivdu grøðingar, onnur ikki.

Nógv hevur verið tosað um hesa vitjan, og fólk eru sum vera man ikki á einum máli um henda mann. Summi siga halleluja og amen, meðan onnur leita sær til orðingar sum kvaksalvari og gandakallur.

Yvirnatúrligar grøðingar eru ikki júst í tráð við tíðarandan, har vit skulu kunna máta og viga alt. Í hesum sambandi kom eg í tankar um eina frásøgn um eitt tvíburapar, sum í móðurlívi tosar saman um lív eftir føðing. Teir eru ójavnir á máli um hetta fyribrigdið.

Annar spurdi hin: “Trýrt tú á eitt lív eftir føðing?” Hin svaraði: “Ja, sjálvandi. Okkurt MÁ vera eftir hetta lívið. Kanska eru vit bara her fyri at fyrireika okkum til tað, sum kemur aftaná.”
“Tvætl!” segði tann fyrri, “einki lív er eftir føðing. Hvussu í allari víðu verð skuldi tað lívið verið?”
“Eg veit ikki, men tað fer at vera ljósari enn her. Kanska fara vit at kunna brúka beinini til at ganga á og eta við munninum? Kanska fara vit at hava aðrar sansir, sum vit als ikki skilja her?”
“Sovorðið fjas! At ganga – tað ber ikki til. Og at eta við munninum? Ógjørligt! Nalvastrongurin syrgir fyri øllum, sum vit hava brúk fyri. Men hann er so stuttur, at aftaná føðingina, ja, so er alt liðugt. Tað er logiskt!”
Men hin tvíburin stóð við sítt. “Eg haldi, at har er okkurt. Kanska nógv øðrvísi, enn tað er her. Kann vera, at vit ikki hava brúk fyri nalvastronginum tá.”
“Fjas! Og harafturat, um lív er eftir føðing, hví er so eingin komin aftur haðani? Sig mær tað! Føðingin er endin á lívinum, á øllum. Eftir hana er einki uttan myrkur og tómleiki. Null!”
“Eg veit ikki,” mutaði hin ímóti, “vit fara í hvussu so er at møta mammu, og hon fer at taka sær væl av okkum.”
“Mammu? Trýrt tú veruliga á mammu? Láturligt! Um mamma er til, hvar er hon so nú?”
“Hvar hon er? Hon er allastaðni rundan um okkum. Vit eru í veruleikanum í henni og av henni. Tað er í henni, vit liva. Uttan hana, vóru vit ikki til.”
“So? Eg síggi hana ikki, fyri meg er tað logiskt, at so er hon ikki til.”
“Viðhvørt, tá eg eri púra stillur og lurti væl, tá føli eg, at hon er her, og eg hoyri hennara kærleiksfullu rødd úr erva.”
Kanska vísir henda frásøgnin júst, at fyri tað, um vit liva í einari dimensjón, so er ein onnur dimensjón ikki óhugsandi. Kritisku røddirnar eru tó hvørki óvæntaðar ella nýkomnar. Tá ið Pætur og Jóhannes høvdu biðið fyri einum manni, sum var vorðin lektur, vórðu teir drignir inn fyri høvuðsprestarnar, og teir buðu teimum, at teir als ikki máttu tala ella læra í Jesu navni. Men Pætur og Jóhannes søgdu við teir: “…at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.” (Áp 4,20).

Summi hava náðigávur at fáa tað transendenta inn í okkara immanens, soleiðis at tað andliga, vanliga ósjónliga, gerst sjónligt fyri likamligu eygum okkara. Hetta hava fleiri upplivað seinastu tíðina. Tað størsta undrið er tó, tá ið Gud letur upp hjartans eygu okkara soleiðis, at vit síggja, at hansara frelsuverk eisini er galdandi fyri okkum. Lat okkum biðja um, at fyrst vit sjálv, og fleiri við okkum, mugu koma at síggja fleiri dimensjónir.

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu