Dømdur fyri harðskap – nú prestur – á mansleguni

Tað verður ein brennandi danskur prestur, Martin Bentsen, ið kemur á vitjan í Nesvík í døgnum 16. – 18. september, tá Mannfólkavikuskifti 2022 fer av bakkastokki. Tit kunnu longu nú gleða tykkum at uppliva nakað serligt, tí tað eru neyvan nógvir evangeliskir boðberar, ið hava verið ígjøgnum tað lívsskeið, sum hesin hevur.

Martin varð dømdur fyri grovan harðskap – nú er hann prestur í Herning. Hann gjørdist harðskapsbrotsmaður og rúsevnismisnýtari. Men so møtti hann Jesusi í fangahúsinum.

Í tí fylgjandi herundir fáa tit eina stutta lýsing av Martini Bentsen og tað sera trupla og harða lív, hann hevur havt.

Eg lokkaði mín samfanga út í køkin og stakk hann við einum steakknívi og oysti kókandi vatn oman yvir hann. Tað er ógvisliga ræðandi, at mann sum menniskja kann gera tað, eg gjørdi. Og eg var enntá eisini errin um tað,” sigur Martin Bentsen, sum í august 2020 varð settur prestur í Herning Oasekirke.

Drongurin Martin Bentsen sá út til at hava sera vánalig útlit til at fáa nakað vanligt lív. Hann varð noyðslufluttur frá síni ungu einamammu og varð settur út til mammuna hjá mammuni, sínari ommu. Hann var ein ótangi og varð tveittur úr fólkaskúlanum longu í 3.flokki.

Ein skúlasálarfrøðingur gav honum diagnosuna, DAMP(ADHD), men omma Martins sýtti fyri at samstarva við sálarfrøðingarnar. Tí varð han fingin inn á ein barnastovn, hvørs framferðarháttur als ikki var fyri børn.

MYND (Martin varð giftur við Farah 14. mars 2020. Tey møttu hvør øðrum á eini bíbliulegu við SommerOase.)


Martin varð giftur við Farah 14. mars 2020. Tey møttu hvør øðrum á eini bíbliulegu við SommerOase.

’Tú endar í fangahúsi’

Sum 13 ára gamal flutti Martin heim aftur til sína mammu. Mann royndi at lata hann ganga í einum vanligum fólkaskúla, og í roynd og veru vísti tað seg, at hann var dugnaligur til alisfrøði.

Men tíverri hekk áhugin fyri alisfrøðini saman við hugi hansara at gera bumbur. Í 9.flokki sprongdi hann eitt vesi við slíkari bumbu, og so varð hann tveittur úr aftur skúlanum.

Nú var tað ein námsfrøðingur, ið segði við Martin, hvat hann hevði at síggja fram til: ”Tú kanst ikki røkkast námsfrøðiliga. Tú fert at sita í fangahúsi írestandi partin av lívi tínum. Tú fert aldri at kunna laga teg eftir myndugleikum.

Og tað sá út til, at námsfrøðingurin skuldi hava rætt. Martin fekk nú vinir, ið bæði stjólu og framdu brotsverk og harðskap. Teir skuldi geva honum ta viðurkenning, sum hann hvørki fekk heima ella í skúlanum.

Tann ringasti av tí ringasta

– Tá eg hoyrdi u monkran, sum hevði framt herverk ella harðskap, so setti eg mær fyri at bera av hesum. Eg vildi vera uppaftur verri.

Eg hoyrdi um ein, ið hevði stolið 10 bilar uppá eina nátt. Tað vildi eg gera betur, so eg stjól 16.

Eg hoyrdi um ein, ið hevði sligið 5 menn niður eina og somu nátt. So eg slóg 10 menn niður. Tað gav virðing. Tá fólk søgdu um Martin Bentsen, at hann var sjúkur í høvdinum, tí hann hevur gjørt tað og tað, so gjørdist eg glaður. Eg kendi á mær, at eg var ein brasin stavnur, greiddi Martin frá í eini samrøðu á heimasíðuni hjá Nyt Liv.

Í fangahús 16 ára gamal

Sum 15 ára gamal varð Martin dømdur fyri 23 tilburðir av innbroti, bilstuldur og harðskap. Sum 16 ára gamal  kom hann í fangahús fyri fyrstu ferð.

– Tað var ein sera ræðandi uppliving. Men tá eg kom út, lat eg sjálvandi sum um, at tað hevði verið heilt ok. Og tað gav virðing, sigur hann frá.

Eftir fáum árum gjørdist Martin rúsevnismisnýtari: Fyrst var tað hash, síðani amfetamin og endiliga kokain. Rúsevnini góvu honum eina stutt uppliving av friði og at hava skil á lívinum.

Martin gjørdist seinni meira harðførur. Hann fekk 16 dómir fyri harðskap, grovan harðskap og drápsroynd og sat í fangahúsi í meira enn 10 ár. Sjálvt rokkarabandin, Bandidos setti hann undir skerpaða umsjón vegna sína ógvusligu atferð. Bæði læknar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar og kriminalforsorgin sóu hann sum eitt vónleyst ólukkudýr.

Men har var ein kvinna, ið hevði biðið fyri honum í fleiri ár. Nú møttust tey bæði aftur.

Ein nýggj mamma

Ein dagin hevði ein kvinna, nevnd Ellen Jensen, varnast, at aftan fyri ein runn sat ein 6-7 ára gamal drongur og græt. Hon steðgaði á, kallaði hann og spurdi, hvat hann var so keddur um. Martin segði, at hann hevði ongan, sum var góður við seg, og at hann ynskti at doyggja.

Ellan græt saman við honum og royndi at ugga hann. Hon gjørdi tann dagin af, at hon fór at biðja um, at hesin eydnuleysi og ólukkuligi drongur mátti læra Jesus at kenna. Og hetta gjørdi hon so – í meira enn 25 ár, hóast tey ikki høvdu samband við hvønn annan.

Einaferð hevði Martin fylt seg við amfetamin í sjey dagar. Eftir einari viku uttan svøvn varð hann raktur av paranoia. Hann sá hermenn, ið vóru komnir fyri at heinta seg. Hann sveittaði, hevði tað ræðuligt dugdi ikki at finna nakran frið.

Ein vinur segði Martini frá um eina kristna kvinnu, ið búði í einum húsi longri niðri eftir vegnum. Kanska kundi hon hjálpa. Martin fór oman til húsið og ringdi upp á.

Kvinnan hoyrdi hann siga frá og segði: ”Her er bert ein, ið kann hjálpa tær, og tað er Jesus!” Hon segði Martini frá um hansara synd móti Gudi, og tey bóðu saman um, at Martin kundi fáa fyrigeving og frelsu í Jesusi.

”Tá vit høvdu biðið saman var tað sum um, at eg var vorðin 20 kg lættari. Paranoiain var horvin. Eg hevði ein undarligan frið innaní. Tað var vilt!”

Áðrenn tey skiltust, greiddi kvinnan frá, at tey bæði høvdu møtt hvør øðrum 11 ár fyrr við ein runn, har Martin sat og græt. Hon ráddi Martini til at koma í onkra kristna samkomu, har hann kundi hoyra orð Guds.

Í tvey ár kom Martin í hesa samkomu og royndi ágrýtin at liva sum ein heilhjartaður kristin. Men tað eydnaðist ikki, tí kristindómurin var vorðin eitt trýst at kunna prestera fyri hann. Martin vendi aftur til Kokainið, tað kriminella umhvørvið og fangahúsið.

Vónleyst?

Harðskapurin vaks, eisini innanfyri múrarnar á fangahúsinum, har Martin varð beltafikseraður í dagar og fekk ein viðgerðardóm. Viðgerarnir endaðu við at blaka hann frá sær sum ein vónleysan tilburð.

Men Gud hevði aðrar ætlanir.

Í 2011 kom Martin í fongsul enn einaferð. Hann setti seg í samband við eina banda-exit-ætlan, ið uppgav at hjálpa honum.

Eg veit, hvat tað vil siga at fáa eitt nýtt lív í Kristusi, tá alt tað, eg eri, er vegna Gud, sigur Martin Bentsen. Her lyftir tann fyrrverandi harðskapsmaðurin sínar tatoveraðu armar í tøkk til Jesus í Apostelkirken í Keypmannahavn.

”Tað var aftaná tað nei’ið, at eg byrjaði at lesa í Bíbliuni. Tá broyttist alt. Tað var tað, ið førdi til, at eg møtti Jesusi,” sigur Martin frá.

Og Bíblian gav honum tann frið, hann altíð hevði ynskt.

– Eg las helmingin av Bíbliuni uppá ein mánað. So byrjaði eg umaftur og las hana enn einaferð. Eg byrgdi meg inni, frá hinum fangunum og gloypti boðskap Bíbliunnar fullkomiliga.

Tað gekk upp fyri meg, at eg eri frelstur av náði eina vegna Jesus. Tað snýr seg ikki um, hvat eg havi gjørt, men hvat Jesus hevur gjørt fyri meg.

Tveir Martin’ar

Í 2014 varð Martin leyslatin úr fongsulsskipanini við tí ummælinum, at her vóru tveir persónar við sama navni. Har hevði verið ein Martin Bentsen fram til 2012 og ein annar Martin Bentsen aftaná.

Hann sýtti kortini við leyslatingina at vátta, at hann var bundin at rúsevnum. Tí tað var hann ikki longur!

Eitt nýtt lív

Seinni tók Martin eitt bachelor stig í gudfrøði gjøgnum eitt universitet í Australia. Og sama várið varð hann giftur við 32-ára gomlu Farah, ið kom til Danmarkar sum flóttafólkabarn úr Irak. Hon arbeiðir nú sum sosialráðgevi í familjuráðgevingini í Mariagerfjord Kommune.

Hvussu møttust tit?

– Vit møttust á fyrsta sinni við eina summar-oasu og seinni í eini kirkju í Keypmannahavn. Aftaná byrjaðu vit at skriva saman. Vit dataðu saman tey næstu 3 árini, til vit góvu hvørøðrum okkara JA til hvønnannan í Silkeborg Kirke 14. mars.

Hevur títt ógvusliga snarsinni broytt seg síðan 2012?

– Tað kann als ikki samanberast. Tað er ikki á sama máta. Tá tú hevur læknar, ið siga, at tað, sum er hent mær, tað er ógjørligt og kann ikki lata seg gera, so sigur tað jú júst, hvør broyting her er farin fram.

Fyrr, um eitthvørt gekk mær ímóti, so sprakk eg í øðini upp og tveitti um meg við ymsum lutum og skríggjaði. Eg kundi als ikki halda meg sjálvan út. Eg hevði trupuleikar við at skilja kenslur hvør frá øðrum og grundgeva, hvat tað var, ið hendi innaní mær. Tað var bara ein stór fløkja av frustratiónum, avmátti og vreiði. Onki skuldi til, áðrenn eg fleyg í luftina.

Tað er jú ikki tað sama sum at siga, at eg ikki kann gerast illur og súrur í dag. Tað er jú ein partur av tí at vera menniskja. Men tað gamla er farið, og tað takki eg Gudi fyri.

Kall til at vera prestur

– Eg kenni meg kallaðan av Gudi til at vera prestur. Eg havi ein eld og eina visión fyri at síggja menniskju koma til trúgv og at uppbyggja samkomu Guds gjøgnum boðskap og við at luta lív.

Eg veit, hvat tað vil siga at fáa eitt nýtt lív í Kristusi, tá alt tað, eg eri, er vegna gud. Eg hevði ikki kunnað sæð meg sjálvan í eygunum, um ikki eg nýti mítt lív at leiða menniskju til Jesus.

Sum prestur vil eg taka ábyrgdina í álvara, tá tað ikki bert er eitt starv fyri meg, men eitt kall og ein passión, endar Martin við at siga.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina