Eg eri eingin ”Superhetja”
Soleiðis sigur leiðarin í Heilagu familju kirkjuni í Gaza, Faðir Gabriel Romanelli, við Sat7 sjónvarpsrásina ”You are not alone”.
Gabriel er sjálvur frá Argentina, men valdi at vera verandi saman við kirkjuliðnum, aftaná deyðuliga álopið, sum eisini rakti kirkjuna 17. juli 2025. Sjálvur var hann millum tey 15, sum vóru særd undir spreingingini sum kostaði 3 mannalív. ”Men harfyri eri eg eingin superhetja, um eg havi valt at vera verandi her hjá kirkjuliðinum, hóast verkføll og vaksandi hungursneyð valda her í umráðnum”
”Spreingingar hava verið fyrr men vit væntaðu ikki at tær fóru at raka kirkjuna. Hetta var ein øgiligur skelkur, men vit eru ein partur av Gaza og tí eisini von við at síggja særd og deyð fólk. Vón okkara er í Harranum, men vit vita ikki nær kríggið endar.” Gabriel Romanelli undirstrikar, at sjálvt um hann ikki er palæstinensi, so hevur hann sum faðir og hirði, skyldu til at vera saman við og stuðla sínum kirkjuliði.
Sat7 hevur havt samband við kirkjuna undir øllum stríðnum, við at stimbra og stuðla teimum ígjøgnum ótta og stúran.
Altjóða stúranin um hungursneyðina, er vaksin nógv seinastu vikurnar. Myndir av svøltandi børnum floyma á netinum. Smáir steðgir í herðnaðarliga virkseminum, loyva tó nakað av neyðhjálpini at koma fram.
”Vit hava brúk fyri øllum”, sigur Gabriel Romanelli. Hvønn dag doyggja fólk av svongd. Her er hungursneyð og okkum tørva eisini vatn og heilivág.
Heilaga familju kirkjan hevur húsað yvir 500 fólkum, kristnum og muslimum síðan kríggið byrjaði. Frans pávi, ringdi dagliga til kirkjuna fyri at stimbra og stuðla teimum gjøgnum kríggið, áðrenn hann doyði í apríl.
Í samrøðu við Sat7, kemur Gabriel Romanelli við kenslubornari bøn um frið:
«Kirkja okkara kallast: Heilaga familju kirkjan, tí vit minnast heilagu familjuna, sum flýddi undan Heródesi, frá Bethlehem til Egyptalands, ígjøgnum Gaza. Vit biðja tí hesa heilagu familju, Harran, um at koma aftur til Gaza við sínum friði.»
Vinaliga biðið:
- At umráðandi hjálp røkkur øllum, sum eru í neyð, so skjótt sum gjørligt.
- Fyri samkomuni, í Heilagu familju kirkjuni, at tey fáa styrki aftur eftir verkfallið. Og at tey sum syrgja síni kæru sum doyðu av spreingini, mugu fáa troyst og styrki í sakni teirra.
- At kríggið má fáa ein enda og friður aftur má valda í øllum tí heilaga landinum.
Kelda: Sat7
Leystliga umsett.