Eg eri spentur, men veit ikki, um tað verður stuttligt!

Fyrst í apríl fer fyrrverandi skiparin á Tjaldrinum, Ellintur Abrahamsen, til Malaisia. Hann skal vera skipari á nýggja skipinum, Doulos Hope, sum missiónsfelagsskapurin OM, keypti herfyri. Skipið liggur í Malaisia, har tað verður gjørt klárt til sínar nýggju uppgávur sum missiónsskip.

-Eg kendi einki til missiónsfelagsskapin OM, fyrr enn sonurin fór sum maskinmaður við Logos Hope, fyri nøkrum árum síðani. Eftir tað fór eg eisini at kenna OM gjøgnum  ungdómsleguna Teenstreet, sum vanliga er í Týsklandi hvørt summar. Har hava fleiri abbabørn verið við, og eg havi verið við nakrar ferðir sum hjálparfólk, mest í uppvaskinum. Tað sigur 73 ára gamli Ellintur Abrahamsen í Fuglafirði.

-Eg hugsaði nakrar ferður um at fara við Logos Hope, meðan eg sigldi við Tjaldrinum, men tað varð ikki til nakað tá. Tá eg var til ársfundin hjá OM í fjør, var eg spurdur, um skiparapappírini vórðu dagførd, og um eg hevði hug at fara við Logos Hope. Eg svaraði, ja, og eg fekk tá at vita, at teir komu at seta seg í samband við meg, sigur hann.

LES EISINI  Tilmeldingin til TeenStreet er byrjað

-Eg gjørdist spentur, og samstundis eitt sindur ivandi. Eg bað tí til Guds og segði, at teir ikki máttu spyrja meg um at fara við sum skipara, um Gud ikki vildi tað soleiðis. Men vildi Gud tað soleiðis, at eg so mátti verða lýðin, sigur Ellintur.

-Tá eg so var spurdur um at fara sum skipari við Doulos Hope, svaraði eg, ja. Eg kenni, tað er rætt at vera Gudi og menniskjum lýðin, hóast eg ikki veruliga veit, hvussu uppgávan verður.
Eg eri spentur, men veit ikki, um tað verður stuttligt; tí har verður nógv nýtt og øðrvísi at seta seg inn í í mun til tey skiparastørv, eg havi havt, sigur hann.

-Eg lovaði meg fyrst í tríggjar mánaðir. Men eftir, at konan fær høvi at koma við, tá eg havi verið nakrar vikur umborð, havi eg lovað meg í seks mánaðir. Sum skilst, fer skipið hesa tíðina at sigla mest í Malaisia og har um leiðir. Tað verður óivað bæði spennandi og avbjóðandi, sigur Ellintur Abrahamsen.

LES EISINI  OM Føroyar hevur aðalfund á Strondum

Á møtinum sunnudagin, 26. mars, í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði, varð eisini kunnað um arbeiðið hjá OM. Tá var prát við Ellint, sum greiddi frá tilgongdini til sítt komandi starv umborð á Doulos Hope, og um tær vónir, hann hevði til starvið. Síðani bóðu Jóhan Petur Johannesen, Jens kristian Olsen og Dánjal á Rana frá OM, fyri Ellinti og familju hansara.
Væl av fólki var til møtið og manskórið í Thabor sang. Aftaná var bjóða til nátturða.

Doulos Hope er fimta skipið hjá OM, hvørs endamál er at bera vitan, hjálp og vón til, menniskju um heimin. Tað er bygt í 1991, er 85 metrar langt og 14 metrar breitt og umleið 115 fólk verða við. Fyrstu tíðina fer Doulos Hope at vitja ymiskar havnir í Malaisia og har á leið, við somu uppgávu sum Logos Hope, ið er gamla Norrøna.
Meiri kann lesast um arbeiðið hjá OM inni á heimasíðuni: om.fo

LES EISINI  Tilmeldingin til TeenStreet 2020 er opin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina