Ein signað missiónsvika í Hósvík
Nú vikuskiftið er farið aftur um bak, hava vit havt missiónsviku í bygdarhúsinum í Hósvík. Møtini byrjaðu fríggjakvøldið 5. mars og fram til sunnukvøldið 7. mars. Missiónsvikan hevur verið væl skipað, í bøn og har bygdafólk og onnur hava verið sera hjálpsom við ymiskum praktiskum. Rammurnar til at koma saman manglaðu heldur ikki.
Uppmøtingin til møtini hevur verið sera góð. Vit meina, at tað eru fleiri fólk til møtini nú enn áður, og er tað at gleðast yvir. Henda veruleikan mugu vit taka til okkum. Ein dagur kemur, tá alt skal gerast upp.
Orðið hevur verið væl boðað, bæði í talum, vitnisburðum og góðum felagssangi. Sangbólkar og kór hava eisini luttikið á møtunum. Nógvir vitnisburðar hava verið. Eisini hevur verið møguleiki til forbøn og samtalu. Tað hava fólk eisini gjørt brúk av. Eftir møtini hava vit havt eina góða samveru við einum kaffipráti.
Skjótt fer tokið avstað
Sunnumorgun var byrjað við morgunmati kl.10:00 í bygdarhúsinum, har øll vóru vælkomin. Eisini komu fólk av bygd til morgunmatin saman við bygdafólkinum.
Síðani var farið í kirkju kl. 11:00 til familjugudstænastu. Sunnudagsskúlabørnini luttóku við sangi í gudstænastuni. Ístaðin fyri at spæla præludium eftir innringingina, komu børnini marsjerandi inn eftir kirkjugólvinum við sanginum “Í sunnudagsskúla fari eg”.
Prædikan hjá presti var løgd sera gott út, so at tey minstu, líka so væl sum tey elstu skiltu hvat ið boðskapurin var.
Tá ið biðisløgini vóru liðug, marsjeraðu børnini út aftur eftir kirkjugólvinum við sanginum “Skjótt ferð tokið avstað” sum postludium.
Sunnukvøldið var so síðsta møtið á hesi missiónsvikuni. Tað, sum var eitt sindur óvanligt hetta kvøldi var, at tað vóru tveir talarar. Eisini vóru tvær vitniløtur. Sera nógvir og góðir vitnisburðar vóru. Jesus navnið var tað sum var tráðurin allan vegin ígjøgnum.
Vit hava merkt eina stóra signing ígjøgnum hetta vikuskiftið.
Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.
Heb 11:1