Eisini frelsari okkara kendi deyðaangist

Og hann hevur á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og eyðmjúkar ákallanir til hansara, sum var mentur at frelsa hann frá deyða, og varð bønhoyrdur fyri angist sína.

Hebr 5,7

Tað má hava verið sálarstríðið í Getsemane, Hebrearabrævið lýsir við hesum sterku orðum. Tað stríð, hann stríddi, var fyri okkum. Tað er lætt at undirmeta deyðan, tá ein er í sínum bestu árum. Ofta havi eg fingið svar á spurningin um eitt viðurskifti hjá einum menniskja við Gud: “Eg eri í øllum førum ikki bangin fyri deyðanum!”

Í unglingaárum mínum hevði eg hug at sláa upp í látur at afturvendandi endingaorðini  “ein søtan sælan enda” í einum sálmi. Nakað annað er, nú tað gerst tómligt uttan um ein. Tú fært eitt jólabræv til ein gamlan vin aftur við áskriftini “móttakarin ókendur” og tú fært at vita uttaneftir, at hesin hevur ligið í síni grøv nakrar mánaðir. Tú veitst eisini, at tú hevur okkurt, sum ger, at tú sjálvur kanst fara hiðani í nátt ella um eitt hálvt ella eitt ár.

LES EISINI  Hvítusunna: Andakt til tey gomlu

Tað er so gott at vita, at eisini frelsari okkara kendi deyðaangist í Getsemane. Kendi nøtran eins og vit av og á gera fyri tí, ið koma skal. Hann visti tað enn greiðari enn vit, ja tað vit neyvan fáa okkum at hugsa um og at viðganga, at aftan fyri deyðan stendur ein, hvørs hugur er at myrða og týna. Hann visti, at hann skuldi í nærbardaga við hann, “sum hevur deyðans veldi.” (Hebr 2,14)

Júst tí, at tá ið vit við ótta og angist møta deyðanum, stendur hann við okkara lið. Hann vil standa okkum nær, tá ið vit ákalla hann. “Gangi eg í dimmum dølum einki ilt eg óttist, tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.” (Sálm 23)

“Tá síðsta stund mín komin er, tá lív og anda tú mær ber, tú sjálvur við meg tali: Um himmiríki sig tú mær, at sess tú hevur goymt mær har í tínum ljósa sali. Slb. 298,8.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 14

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina