Andakt til tey gomlu 9

 Sigið altíð Gudi og faðirinum tøkk í navni várs Harra Jesu Krists. (Ef 5,20)

Vit kunnu kanska skakast av slíkari útsøgn. Altíð at siga tøkk og í øllum førum, tað kann eg ikki! Tað man vera meiningin, at vit eiga at kunna læra. Eg hugsi, vit eru ikki fulllærd, fyrrenn vit eru komin hagar, hvar Gud skal turka hvørt tár av eygum okkara.

Royn tó hetta! Eg fekk ikki blund í eyguni eina náttina. Sum náttin leið fór eg fram úr songini og tók eina tablett, sum læknin hevði skrivað mær. Sovnaði. Vaknaði aftur úthvíldur, stimbraður til ein nýggjan dag. Var henda tablettin ikki verd at takka fyri. Ella tey pínulinnandi hyggjuráð? Gloyma vit at takka Gudi, at hann hevur givið menniskjum hesar gávur. Latið okkum læra at takka í øllum førum.

Eisini eiga vit at takka Gudi fyri tað, ið ber heiti av spæli og sum er ein hjálp at brúka tíðina rætt og betri. Menniskju eru skapað til at fremja dygdarverk. Tá ið Gud hevði skapað Ádam, gav hann honum ein urtagarð til tess at dyrka og ansa. Urtagarðsarbeiði er eitt ítriv ella rættari ein dagdvølja. Eftir syndafallið gjørdist arbeiðið bæði slit og sleip. Hvør eru vit av sonnum eydnusom, sum hava ein urtagarð til ítriv og putl. Vit eiga at vera Gudi takksom fyri hetta. Nevnast kunnu ymisk tónaverk og tónleikur av ymiskum slag, sum í gomlum døgum og í Bíbliuni vera nevnd streingjaleikur. Kortspæl. Kleyvarknektur hevur – ikki uttan orsøk – fingið ringt skotsmál, ringt ummæli. Kemst av, at allar Guds gávur kunnu misnýtast. At eta seg mettan, at sløkkja sín tosta, er vert at takka Gudi fyri, ein bønhoyrsla av 4. bøn í Faðirvár. Tú kanst bæði drekka-  og eta teg íhel.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 11

Liva vit lív okkara í bønarinnar samljóði við Gud, so fer hann eisini at sýna okkum, hvagar markið gongur, hvussu langa tíð vit eiga at nýta í ítrivi okkara, annaðhvørt tað er sum frímerkjasavnari, ella í dominospæli ella í talvi ella at leggja kabalu. Vit eru væl á veg at verða sum børnini aftur. So gevur Gud okkum eisini loyvi at vera við í sømuligum leikum, Gudi til heiðurs og æru.

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina