Eitt sindur um adventina og kirkjuárið.
Eftir steðg eru Menn í kjóla aftur. Við Sundalagnum í baksýni. 🙂
Sunnudagurin 27. november er 1. sunnudagur í advent. Adventin er tíðin undan jólum. Men hvat eyðkennir adventina? Hetta umrøða Menn í kjóla í filmsstubbanum niðanfyri.
Eisini skifta Menn í kjóla orð um kirkjuárið, sum byrjar 1. sunnudag í advent.
Gott at vera aftur
Menn í kjóla er ein poddkastrøð, sum verður gjørd av prestunum Ova Brim og Jákup E Petersen.