Eitt veruligt prógv
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Í dagsins samfelagi verður vísund sett sera høgt. Alt skal kannast, vigast og mátast. Hetta er gott, men á summum økjum er tað fari so langt, at um okkurt ikki kann vigast, mátast ella á annan hátt prógvast vísindaliga, so er tað ikki til.
Vit er nú stødd í dymbildagavikuna ella stillu viku, sum hon eisini verður kallað. Hetta er vikan áðrenn páskirnar, sum eru stóra hátíðin í kristindóminum.
Tað eru fleiri, sum ikki vilja kennast við hendingarnar, sum sambært bíbliuni fóru fram á páskum. Tey siga, at tað er óhugsandi, at Jesus, sum bleiv krossfestur og doyði, eisini skal verða risin upp frá deyðum.
Men, um vit kunnu prógva, at Jesus reis upp frá deyðum, hvat skulu vit so siga? Eiga so ikki øll at góðtaka, at hetta veruliga er ein søgulig hending og tí trúgva á Jesus? Ja, hetta er ein góður spurningur.
Flest allir søgufrøðingar eru samdir um, at Jesus er ein søguligur persónur, sum veruliga hevur livað. Hetta merkir tó ikki, at øll halda Jesus vera tann sama.
Summi siga hann vera ein áhugaverdan lærara, sum vit kunnu fáa íblástur frá.
Onnur siga, at Jesus var ein maður, sum gjørdi væl og tí kann hann vera ein góð fyrimynd.
Uppaftur onnur halda, at Jesus var svakur. Fólk hava altíð havt ymiskar meiningar um Jesus.
Tey kristnu siga, at Jesus er heimsins frelsari, sum á páskum doyði og reis uppaftur fyri allar heimsins syndir. Hetta brýtur grundleggjandi frá hinum sjónarmiðunum, tí um Jesus reis upp frá deyðum og fór til himmals, so er hann ikki einans ein søguligur persónur, Nei, so er Jesus eisini ein livandi veruleiki í dag.
Jesu uppreisn er tí ein altavgerandi hending í kristindóminum.
Um onkur vil mótprógva kristindóminum, so er at byrja við uppreisnini. Um Jesus ikki reis upp frá deyðum, so fellur allur kristindómurin til jarðar. Tá er vónin, sum tey kristnu eiga um uppreisn og ævigt lív, bert ein upphugsað vón, sum ikki heldur.
Ígjøgnum tíðirnar eru tað fleiri, sum hava roynt at mótprógva Jesu uppreisn.
Ein av hesum var amerikanski tíðindamaðurin Lee Strobel.
Lee og konan vóru ateistar, men eftir at kona hansara var komin til trúgv á Jesus setti Lee sær fyri at mótprógva kristindóminum.
Hann tosaði við ein tíðindamann, sum hann arbeiddi saman við. Hesin segði honum, at um hann kundi prógva, at Jesus ikki reis upp frá deyðum, so hevði hann mótprógva kristindóminum.
Fyri at gera eina langa søgu stutta, so tosaði Lee við nógvar serfrøðingar innan ymisk vísindaøki, m.a. læknavísund og søgufrøði, men meira hann granskaði, greiðari gjørdust prógvini um, at Jesus veruliga reis upp frá deyðum. Lee Strobel skrivaði seinni eina bók um hansara kanningararbeiði. Bókin er sera áhugaverdur lesnaður, og á føroyskum eitur hon Kristus fyri skotum.
Men, hvussu álítandi er Jesu uppreisn kanst tú spyrja. Eru keldurnar álítandi?
Vit hava keldurnar enn í dag, og tær eru væl varðveittar. Evangeliini eru skrivaði uml. 40-60 ár eftir at Jesus livdi. Hetta er søguligar keldur, sum liggja tætt uppat teimum hendingum, sum tær greiða frá.
Sum dømi kann eg nevna, at elstu skrivligu keldurnar vit hava um Alexander tann stóra, sum legði stóran part av táverandi heiminum undir seg, eru skrivaðar næstan 400 ár eftir at hann doyði.
Í bíbliuni lesa vit um egnavitni sum sóu Jesus aftaná, at hann var risin upp.
Tú hugsar kanska, at tey havi sæð yvir seg, tí tey vóru í so stórari sorg, tí Jesus var deyður, og tað kundi tey ikki góðtaka.
Paulus er inni á júst hesum í 1. Kor 15, 4-6: hann (Jesus) varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, v5 og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; v6 og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur.
Meira enn 500 fólk sóu Jesus samstundis. Hetta er ikki nakað, sum tey hava fyrigyklað sær. Paulus leggur afturat, at tey flestu liva enn, so um tit ivast, so kunnu tit spyrja tey, sigur hann.
Í dag eru hesi langt síðani deyð, so vit kunnu ikki spyrja tey. Men, vit hava tær skrivligu keldurnar. Vit hava bíbliuna.
Eg vil eggja tær til at lesa í bíbliuni og kanna eftir, um Jesus ikki veruliga reis upp frá deyðum!
Eg vil enda við gomlu páskáheilsuni: Jesus er upprisin. Ja, sannliga er hann upprisin.
Gleðiliga páskir øll somul.