Endurskin

Jørmund Foldbo

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ofta hugsa og siga vit, at eitt endurskin lýsir í myrkri. Á ein hátt er hetta rætt – og tó. Endurskin hevur onga innbygda ljóskeldu. Skal tað lýsa í myrkrinum, má ljósið koma onkra aðra staðni frá. Vit kunnu á ein hátt siga tað sama um kristnu trúnna. Vónandi endurspeglar okkara lív tað ljósið, ið skínur á okkum.

Eitt dømi. Eg fekk sum uppgávu herfyri at tala á møti um evnið «kristindómur og humanisma» Eg fór so inn á heimasíðuna hjá Humanistisk Samfund í Danmark at lesa. Har kundi eg taka eina test, har eg skuldi svara nøkrum spurningum. Eg so gjørdi. Og svarið var hetta: “Tú ert uttan iva trúgvandi, so humanisman er helst ikki nakað fyri teg. Tað kann tó hugsast, at tú ert samdur við okkum á fleiri økjum.”

So veit eg tað. Og eg sum helt, at humanisman var so breið og fevnandi. Men har er ikki pláss fyri mær. Tað ljósið, ið eg endurgav vegna mína kristnu trúgv, setti meg uttan fyri henda felagskap. Ikki so løgið, at limatalið er lágt. Men kanska eru vit samd um okkurt kortini.

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Kristindómur snýr seg ofta meiri um at vera enn at gera. Hvussu liva vit við okkara kristnu sannføring heima, til arbeiðis, í frítíð okkara og allar staðir, har vit ferðast. Vit eru nú í føstutíðini. Hetta er ein dapur partur av kirkjuárinum, har vit fylgja Jesusi í líðing hansara inn í Getsemane og út á Golgata kross. Her er nógv myrkur, nógvar daprar hendingar, svár líðing og at enda pínufullur krossardeyði.

Kortini tosa vit um krossins glæmu, ið lýsir á okkum. Hví. Tí líðingin var fyri okkara synd. Og páskamorgun var deyðans máttur vunnin. Í trúnni á hetta verk kunnu vit ogna okkum ævigu vónina.

Her skal endurskinið standa sína roynd. Tá Jesus biður okkum fyrigeva teimum, ið gera eitthvørt okkum til bága, so er tað tí, at hann hevur fyrigivið okkum alt. Okkara fyrigeving er eitt endurskin av tí fyrigeving, vit sjálvi hava tikið ímóti. Tá vit vera biðin um at elska hvønn annan, er tað eini boð um at endurspegla tann kærleika, vit sjálvi hava tikið ímóti frá Gudi. Og tá vit vera biðin um gera teimum gott, sum hata okkum, og biðja fyri teimum, ið søkja at okkum, tá er tað við støði í tí náði, ið vit óuppiborið hava fingið. Hetta er glæman av Golgata ið skínur á okkum og vónandi eisini frá okkum.

LES EISINI  Jesus er neyðugur, men trúgvi eg nóg mikið?

At enda ein avbjóðing, har eg kann fylgja humanistunum, sum sakna tvær gamlar dygdir, tíð til hugsavnan og møguleika fyri virðiligum sínámillum samskifti í virkna lívinum. Fyrr nýttu vit orðið refleks um endurskin. Hesar nevndu dygdir vísa á, at vit eiga at taka okkum tíð til at reflektera og síðani luta tað við onnur. Hetta er ein stór avbjóðing í eini klikk-mentan, har alskins miðlar bjóða seg fram at undirhalda okkum.

Máttu vit lært at hugsavna okkum um kristna boðskapin, so okkara endurskin verður ein glæma frá krossinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina