Enn ein maður í Onglandi ákærdur fyri at biðja
Á jólum skrivaðu vit um Isabel og Rose, ið vóru handtiknar fyri at biðja á almennum øki. Hetta hendi á sokallaðum “Buffer zone” ella “stoytdoyvara øki”. Hetta eru avmarkað øki, har ikki er loyvt at vísa, um man heldur at fosturtøka er røtt ella skeiv.
Nú er enn ein breti ákærdur, fyri at hava biði á einum tílíkum øki. Talan er um Adam Smith-Connor, ið er veteranur. Adam var staddur í Bournemouth nærhendis einum høli, ið fremur fosturtøkur. Hann stóð stillur á gongubreytini, við rygginum vendum ímóti hølinum, og bað innantanna fyri deyða soni sínum. Eftir at hava staðið og biðið stillisliga í umleið fimm minuttir, komu nakrir politistar til hann og spurdu hvat hann gjørdi. Hann svaraði, at hann bað fyri deyða soni sínum. Politisturin segði, at hon skilti sorgina, men at hon samstundis metti, at hann hevði broti lógina um bøn og at vísa sína hugsan til fosturtøku á staðnum. Hann endurtók, at hann bara stóð og bað og hon svaraði, at hon bara fylgdi lógini.
Til ber at síggja upptøku av hendingini her: https://www.youtube.com/watch?v=hjUphe7mktE
Í samrøðu við ADF (Alliance Defending Freedom) hevur Adam síðan greitt frá um deyða sonin.
Fyri 22 árum síðan, rindaði hann fyri, at táverandi daman kundi fáa framt eina fosturtøku. Mong ár seinni bleiv hann varugur við, hvat hann hevði gjørt. Hetta veitir honum enn stóra sorg og hann sigur: “Eg biði nógv fyri deyða soninum og til Guð um fyrigeving”. Tað var í einum sovorðnum føri, at hann varð ákærdur í Bournemouth.
Um tú vil vita meira um støðuna hjá Adam, kann tú fara á adf.uk