Biðjandi verða forfylgd

Í dag er 2. jóladagur, tá verður sjóneykan sett á Stefan, ið var fyrsti kristni pínslaváttin. Nú á døgum, eru eisini fleiri, ið líða fyri sína kristnu trúgv. Ja, ofta verður sagt, at ongin trúgv er so nógv forfylgd, sum tann kristna. Okkum nýtist ikki at fara longur enn suður til okkara grannar í Stóra Bretlandi, ið stutt síðani hava skuldsett eina kvinnu fyri møguliga at hava biðið á almennum stað.

Fleiri býir í Onglandi hava sett sokallaði “Buffer zones” ella “stoytdoyvara øki” upp. Hetta eru avmarkað øki, har ikki er loyvt at vísa, um man heldur at fosturtøka er røtt ella skeiv. Og tað var á einum sovorðnum øki, at Isabel Vaughen-Spruce, var farin ein av sínum mongu gongutúrum. Hon steðgaði eina løtu, stóð still og blundandi. Onkur meldaði, tí tey høvdu illgruna um, at hon kanska stóð og bað. Politiið kom á staði. Tá hon var noydd at svara, komu orðini “kanska eg biðið innantanna”. Hesi orð vóru nóg mikið, til at hon var kannað gjøgnum hári og allan vegin niður til føturnar. Hon varð síðan førd inn í politi bilin, koyrd oman á politistøðina og spurd nærri um hvat hon í stillum hugsaði á gøtuni.

LES EISINI  Norðurkorea framvegis torførasta land at vera kristin

Upptøka av hendingini kann síggjast her: Woman Arrested for Silently Praying – YouTube

Í Norður Írlandi hevur rætturin eisini givið loyvi at avmarka líknandi øki í radius á 100 m frá “fosturtøkustovum”. Hesi øki eru enn strangari enn í Onglandi, og áttu kanska heldur at verið kallað “sensur øki”. Á hesum økjum er ikki loyvt at: standa við skeltum, hava bóklingar, bjóða hjálp ella biðja. Brot á hesa reglu gevur bót á upp til 2.500 pund ella góðar 20.000 krónur.

Meðan korona herjaði í Onglandi, vóru sera strong tiltøk sett í verk. Fólk skuldu hava eina góðkenda orsøk fyri at fara út um hurðina. 76 ára gamla Rosa Lalor kundi væl loyva sær at fara út at spáka sær ein túr, tí at hetta kom undir “venjing”. Tá ið hon gekk framvið einari “fosturtøkustovu” bað hon stillisliga. Hon gekk við masku og helt seg burtur frá fólki. Ein politistur steðgaði henni og spurdi hvat hon gjørdi. Hon svaraði honum at hon gekk og bað. Politisturin segði at tað ikki var nóg góð orsøk at ganga úti, og varð tí handtikin, koyrd í politi bilin, skuldsett og fekk eina bót á 200 pund ella góðar 1600 krónur.

LES EISINI  Kirkjan í Irak verður endurreist

So latið okkum í dag ikki bara minnast okkara brøður og systrar, ið hava verið forfylgd gjøgnum tey seinastu 2000 árini, men eisini minnast tey, ið vera forfylgd í dag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina