Enn eitt stig fram ímóti ein nýggjari bíbliutýðing

Nýggj føroysk týðing av allari Bíbliuni úr frummálunum er ávegis, og fríggjadagin var enn eitt stig tikið á leiðini fram móti útgávudegnum.

Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur týtt alla Bíbliuna úr frummálunum, tó ikki Sálmarnar, sum David Johannesen, fyrrverandi vágaprestur, er í holt við at týða. Anfinnur Johansen og Marius Staksberg frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava lisið alt Nýggja testamenti ígjøgnum málsliga og gjørt viðmerkingar, og fríggjadagin handaðu teir Føroyska bíbliufelagnum Nýggja testamenti við viðmerkingum sínum. Hetta fór fram í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum, og fyri bíbliufelagið tóku Jóngerð Mikkelsen forlagsleiðari, Bergur D. Joensen, formaður, Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, og Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður, ímóti.

Frammanundan er alt Gamla testamenti uttan Sálmarnir gjøgnumlisið málsliga av málkønum. So arbeiðið at geva fyrstu føroysku týðingina av allari Bíbliuni úr frummálunum í meira enn 60 ár út, er nú komið væl áleiðis.

Ein breiður arbeiðsbólkur av gudfrøðingum og øðrum fakfólki fer nú ígjøgnum alt tilfarið. Eftir tíðarætlanini eru Sálmarnir týddir um eitt ár. Tá alt hetta arbeiðið er gjørt, er klárt at greiða útgávuna til prentingar. Ætlanin er at geva nýggju bíbliutýðingina út um 2-3 ár.

LES EISINI  Bíblia 2020 - nýtt heimsumfevnandi átak
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina