Er munur á boðskapinum hjá okkum og tiktok?

Dánial Olsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg, sum nógv onnur, brúki nógva tíð á netinum. Herfyri hugdi eg at einum video, um hvørja ávirkan tiktok hevur á tey, ið brúka tað. Eitt eg festi meg við var munurin, millum tiktok í vesturheiminum og í Kina. Tað var víst á at algoritmurnar hjá vesturheiminum vóru ikki tær somu sum tær í Kina. Stutt sagt leggur Kina “tvungið” uppbyggiligt tilfar til tey ungu, ímeðan vesturheimurin fær blandaði ting, sum eru fokusera uppá at hava tey á appini so leingi sum gjørligt.

Men tað eg helt vera enn meira áhugavert, vóru úrslitini av hesum. Ein støðisritgerð var gjørd, har ung, ið enn ikki vóru komin í tannárini, vóru spurd, hvat tey helst vildu vera tá tey blivu vaksin. Í USA svaraðu tey “ávirkari/influensarið”, meðan tey í Kina svaraðu “astronautur”. Og so kom setningurin “hvat heldur tú hevði hent, um hetta heldur fram í nakrar generatiónir?”

Tá hetta varð sagt, var tað sum eg fekk ein framman á. Tí eg fekk knappliga spurningin í høvdið “gera vit tað sama millum okkum kristnu?” ynskja vit mest av øllum at verða trúboðarar. Eg haldi í hvussu er at eg kenni meg eitt sindur aftur í hesum.

LES EISINI  Jesus er neyðugur, men trúgvi eg nóg mikið?

Eg haldi meg hoyra í tí undirvísing, sum vit ungu hoyra, fokuserar uppá at vit skulu spegla okkum í teimum allar fyrstu kristnu, har aloftast verður lagt fokus lagt á tey í ápostlasøguni. Men hugsa vit rætt tá vit hugsa at spegla okkum í teimum? Jú, víst siga nógvir klókir menn at “um øll tey kristnu í dag høvdu somu framferð sum tey allar fyrstu kristnu, so hevði øll verðin langt síðan veri kristnað”. Men hvørji kristin er talan um? Eru tað lærusveinarnir hjá Jesusi? Jú, teir boðaðu orðið nógv fyri øðrum, og vóru við til at frelsa nógv kristin. Men var tað, ið teir gjørdu, um hugt verður úr einum heidnum sjónarmiði, ikki annað enn tað sama sum ein influensarið. Vóru hesir menn einsamallir við til at broyta verðina? Nei, tað vóru tey, sum tóku boðaða orði, til sín, og gjørdu eftir tí, sum vóru við til at broyta verðina. Tað vóru ikki influensaranir men tey, ið lótu seg ávirka, sum gjørdu broytingina.

So, um eg skal brúka míni egnu orð so er arbeiðið hjá einum influensara at royna, ikki at vera influensari meira. Hann skal geva virðini hjá sær víðari til onnur, og hesi skulu so geva tey víðari til onnur. So at enda hava øll somu virðir og uppgávan hjá influensaranum er av.

LES EISINI  Rótleyst og stúrið ættarlið

Á sama hátt er tað hjá okkum kristnu. Vit hava Bíbliuna, sum skal boðast, og tá øll fylgja tí nýggja sáttmála, sum okkum er givin, er okkara uppgáva sum kristin av.

Men er so okkara boðskapur tann sami sum tann hjá tiktok?

Nei, vit eru ikki øll kallað at vera influensarið. Vit eru øll kallað at vera ein partur av Jesus likami. Jesus likam kann verða sera ringt at forklára um, og nógvar bøkur eru skrivaðar um hetta. Men um eg skal brúka míni egnu orð, og samstundis stytta alt niður í tað einfaldasta, sum til ber, so er okkara uppgáva:

Øll kristin eru kallað at gera tað sum er gott.

So kemur sjálvandi spurningurin “hvat er tað, at gera tað sum er gott?”. Har havi eg hug at snýta eitt sindur og sitera klókari mann enn meg sjálvan.

C.S. Lewis nevnir í fororðinum í bók síni “The Great Divorse” “Good, as it ripens, becomes continually more different not only from evil but from other good.” Altso “Tá gott búnast, verður tað áhaldandi øðrvísi, ikki bara frá tí ónda, men eisini frá øðrum góðum”.

So sum kristin eru vit kallað at gera tað, sum er gott. Men tað er ikki altíð, at tað góða vit gera líkist. Men tað góða skal altíð hava Bíbliuna sum miðpunkt.

LES EISINI  Tak ímóti avmarkingum sum eini gávu

Her eru nøkur vers, sum vónandi kunnu vera til inspiratión, at gera tað, sum er gott.

Matteus kapittul 28 vers 19-20

Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»

Markus kapittul 12 vers 30-31

Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum.» Annað er hetta: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Einki annað boð er størri enn hesi.»

Matteus kapittul 7 vers 12

Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina