Er munur á kristnum og gudleysum jólum?

Trúboðin hevur fingið eitt prát við tvær kvinnur, um hvønn týdning jólini hava í teirra familju. Onnur teirra er gudloysingur, og er nevndarlimur í felagnum Gudloysi. Hin er kristin, og er virkin í kristiligum arbeiði innan Heimamissiónina. Tær báðar vístu tann blíðskap at lata upp heim sítt til samrøðu, og bjóðaðu drekkamunn og okkurt søtt afturvið.

Er munur á, hvussu ein kristin og ein gudloysingur halda jól?


Ása Johannesen er gift við Heina Reinert, býr í Havn og er lívfrøðingur. Ása er gudloysingur.

Hvat hava jólini at týða fyri teg?
– Tað eru fleiri ting. Tað er myrkt, ótýdligt veður hesa ársins tíð, og man hevur tørv á einum ljóspunkti. Tað gongur ímóti ljósari tíðum, og skal vera hugnaligt. So at fáa tey nærmastu rundan um meg, at ráhugna okkum saman við góðum mati og hava allar jólaperur tendraðar, so tað er ljóst og hugnaligt – tað er tað, sum jólini ganga út uppá fyri meg. At standa saman, vera góð við hvør annan, og vita tað, at ljósið kemur aftur. Eg eri uppvaksin við at halda jól, og komi í jólahýr. Eg gleðist um at samlast, at vera saman við mínum kæru.

Hvussu heldur tú jól?
– Vit eru heima hjá okkum, øll familjan, og vit eta gás ella dunnu. Vit hava stórt jólatræ, nógv jólaljós og stjørnur, og sita uppi til langt út á náttina og pakka gávur upp. Vit fara ikki í kirkju, og leypa sjónvarpsgudstænastur og tílíkt um.

LES EISINI  Hugleiðing um jólini

Mær dámar allan jólatónleik, eisini sálmar. Man kemur í jólahýr av tí. Nógvir jólasangir eru ikki kristiligir, men av teimum sum eru tað, eru eisini nógvir, sum eru góðir. So sum ”Gleðilig jól” – hann kann man ikki annað enn dáma. Tað, sum eg hoyri av jólaboðskapi, er mest frá útvarpinum í bilinum, og eg haldi, at tað er hugnaligt. Tað skapar rættan stemning.

Tú ert nevndarlimur í felagnum Gudloysi. Hvat merkir tað fyri teg, at vera gudloysingur?
– Fyri meg merkir tað at vera ærlig um, at eg ikki trúgvi á Gud. Í Føroyum eru tey flestu kristin, og tað er normurin. Serliga eftir at eg fór uttanlands at lesa, fór eg at hugsa nógv um, hvat tað er, sum eg sjálv trúgvi á. Eftir sjálvrannsakan kom eg til ta niðurstøðu, at eg ikki trúgvi á Gud.

Í felagnum Gudloysi hava vit onki at boða, og vit hittast ikki serliga ofta. Tá vit hittast, drekka vit kaffi og práta, hava tað hugnaligt. Men við felagnum vilja vit bara vísa, at vit eru til í samfelagnum, og kunnu svara spurningum.


Poula Reinert Olsen er gift við Hanusi Martin Olsen, býr á Nesi, er farmakonomur og í løtuni lesandi. Tey bæði eiga trý børn. Poula er kristin.

Hvat hava jólini at týða fyri teg?
– Jól eru ein høgtíð, har vit minnast, at Jesus bleiv føddur. Fyri meg merkir tað, at vit tá fingu eina gávu, sum ger, at vit kunnu sleppa til himmals, tá okkara lív á jørðini ikki er meir. Jól og páskir hanga saman, páskirnar eru líka stórar. Jól eru meira knýtt at siðum, hugna og ”resi”, har tað kanska er lættari at fordjúpa seg í, hvat páskirnar hava at siga, tí at tá er meiri ró. Eg haldi, at man skal síggja jólini sum eina gávu, har vit pynta, brúka høvið at hava tað gott saman og minnast, at Jesus varð føddur, sum gevur okkum vón.

LES EISINI  Prædika til jóladag

Vit hava altíð adventskrans og royna at hugna okkum við ljósum, søgum, eta góðan mat og skapa góð minni fyri børnini. Viðvíkjandi pynti hava vit bæði jólamenn og einglar, men eg eri tilvitað um, at brúka pynt heima sum áminning um, hví vit halda jól.

Eg eri glað fyri sang sum heild, og nógvir jólasangir eru ein góð áminning um, hví vit halda jól og páskir, og eru við at skapa takksemi fyri tað.

Hvussu heldur tú jól?
– Jólaaftan eru vit saman við mínari familju ella verfamiljuni. Vit fara fyrst í kirkju, koma heim og eta døgurða, pakka gávur upp og eta rísalamang. Tað er vanligi leisturin.

Tað hevur nógv at siga fyri meg, at sleppa í kirkju á jólum, at hoyra Guds orð; eisini í adventstíðini, fyri at fyrireika seg mentalt til jólini. Men hóast siðvenjan er ein, hefti eg meg ikki so fast í tað. Eitt árið var til dømis so ringt veður jólaaftan, at vit ikki hættaðu okkum avstað í kirkju við soninum, sum situr í koyristóli. Tað er tó als ikki nakað, sum oyðileggur jólini, at okkurt ikki gongur sum ætlað. Jesus bleiv kortini føddur og doyði kortini á krossinum fyri okkum. Hugsa vit um jólaboðskapin, har ein kongasonur varð føddur í einum fjósi, og mamman var ógift, var tað jú heldur ikki heilt eftir bókini. At vit minnast, hvat tað snýr seg um, og hava tað gott saman, er tað, sum hevur týdning.

LES EISINI  Lestur til triðja sunnudag í advent

Tú ert virkin í kristiligum arbeiði. Hvat merkir tað fyri teg, at vera kristin?
– Skorið inn á bein, merkir tað at sleppa til himmals. Sum Pætur sigur “Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs;.”* Jesus er vegurin heim til himmals. Hann hevur lovað at vera við okkum allar dagar, og tað gevur tryggleika, ugga og vón, at ein er, sum hevur eina ætlan við okkum, og at vit hava ein ævigan bústað í himli. Eg trúgvi í hjartanum, at tað er so, og eg haldi, at tað er ein vón, sum er verd at byggja á. Tað er avgjørt eisini nakað, sum eg vil leggja í míni børn.

*Jóhannes evangeliið 6,68

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina