Er trúgvin bert mín ella kemur hon øðrum við?

Heri Danielsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg prátaði við eini gentu um, hvussu lívið sum trúgvandi er. Ymisk vóru vit, frá henni hoyrdist, at hennara trúgv var persónlig, og hon kom ikki øðrum við. Tá hon gekk í millum fólk, so noyddist hon ikki at hugsa um, hvussu hon bar seg fram. Tí hvat tey hildu um hana, var teirra trupulleiki, og hevði einki við hana at gera.

Hettar var onkursvegna nýtt fyri meg, at trúgvin var somikið persónlig, at eingin annar skuldi eiga part í henni. Er tað rætt?

Í dagsins samfelagið 2021, skula vit vera opin, rúmlig, mótakandi og øll tey positivu lýsingarorðini, sum rákið hevur álagt okkum. Hettar merkir, at vit sum bera tí kristnu trúnna, kunna merkja tað ónattúrligt og óbehagiligt, at skula siga við onnur, at har er ein sannleiki. Ein máti at liva uppá, sum ærir okkara skapara, Hann ið veitir okkum ævigt lív.

Men er hettar individuelistiska kristna lívið, bygt uppá Guðs orð? Ella hvat sigur bíblian okkum?

Fyrst av øllum skal vera sagt, at fortreytin fyri at liva soleiðis sum okkum er álagt, er at vit hava eitt aktivt bønar- og andaktslív. Ofta verður tað borið fram, at ein eigur fyrst at rudda egi kamar, árenn ein fer út at ákæra onnur fyri at vera óruddilig. Tað er ein lítil sannleiki í tí orðatakinum. Tí sjálvt um vit ongantíð vera syndafrí, og altíð vera bundin av tí gamla menniskjanum so ella so, kunna vit tó koma til Guð um fyrigeving, og biðja hann um at hjálpa okkum at liva soleiðis, sum hann ynskir. Ikki av okkum sjálvum, men í gjøgnum Guðs anda.

LES EISINI  Fýra hættir trúgvandi kunnu vera øðrvísi tá ið tey eru til arbeiðis

Tá tað er sagt, so er Jesu boð til okkum at vit skula vera salt og ljós (Mat.5, 13-16). Har hann sigur lærusveinunum, at tann boðskapur, ið Hann gevur, er ikki bert til at goyma fyri sær sjálvum, nei hann er til at bera víðari, og vísa øðrum á hendan sannleika. So Jesus ynskir at vit vísa øðrum á hann, altíð.

Jesus sigur at vit ikki skula vera meinbogar, fyri tey smáu (Mat.18, 6-9). Hann sigur enntá ”Vei heiminum fyri meinbogarnar!”. Vit skula ikki liva soleiðis, at tey smáu, ið trúgva, fara at ivast í trúnni orsaka av, hvussu vit liva. Vit eiga at liva eitt lív, sum kann vera til uppbyggingar fyri tey smáu.

Paulus skrivar til kirkjuna í Korint, um at ikki vera til meinboga fyri tey, ið eta offurkjøt. (1.Korint 10, 23-33). Her skrivar Paulus eitt vers, sum eg haldi, eigur at siga okkum nógv. Í vers 29; ”Hví skal frælsi mítt vera dømt av samvitskuni hjá øðrum”. Hví skal eg vera meinbogi fyri onnur, bert tí eg sjálvur ikki fái ilt av einum og hvørjum. Paulus hevur skilt tað, at kristna trúgvin ikki er ein hemmiligheit, men nakað øll eiga at síggja á okkum. Og vit eiga eisini at vera umhugsin, tá ið vit eru saman við øðrum, so at tey aldri fella í sínari trúgv, orsakað av onkrum vit gera.

LES EISINI  Hví fórst tú frá mær?

Hesi versini vísa okkum týðiligani á, at okkara trúgv, ikki bert er til okkara. Men er til okkara næsta eisini. Eg livi ikki fyri mær sjálvum, men fyri mínum næsta. Júst sum Jesus gav upp lív sítt fyri okkum, eiga vit at gera tað sama. Vit eiga at liva fyri okkara familju, vinum, fíggindum, og ókenningum, elska tey øll so, at vit ikki vilja at tey skula síggja nakað annað, enn gleðiboðskapin um Jesu Krist, tá ið tey hyggja at okkum. Tí fyri nógv, so verður tú tann einasta bíblian, tey fara at lesa, so lat tey lesa tí røttu. Men einki av hesum er gjørligt, um tú ikki livir fyri Guði fyrst, Hann er tann, ið gevur tær mátt og megi, til at bera fram tín vitnisburð.

(Mat.28, 16-20) ”Farið tí og geri øll fólkasløgini til lærusveinar mínar.”

Eg svaraði gentuni, at mín trúgv kom øllum ørðum við. Og um tað ikki var mín trúgv eg var kendur fyri, tá ið mín tíð her á jørð er av, so var tað mín størsta sorg.

LES EISINI  Tey góðu og tey óndu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina