Eydna

Jørmund Foldbo

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hoyrdi herfyri eina sending í kringvarpinum. Har spurdu tey nógv ymisk fólk, hvat gjørdi tey eydnurík, ella sum tey søgdu, lukkulig. Ikki er altíð lætt at svara í eini handavending. Flestu svarini vóru, tá børnini hava tað gott, tá familjan hevur tað gott, tá eg havi eitt arbeiði at fara upp til. Og aftaná hugsaði eg. Er hetta tað? Tá eg og míni hava tað gott, havi eg so funnið eydnuna? So mugu tey flestu vera eydnurík. Arbeiðsloysið er metlágt, Inntøkurnar høgar. Bilarnir fínir. Atlantic og Smyril Line yvirbookað. Stórur partur av børnunum hava tað gott. Tilboðini er so mong, so tey náa ikki alt, tey kundu hugsað sær.

Men tá eg lesi viðmerkingar á portalum, hoyri sálarfrøðingar frá miðnámsskúlunum, útsøgnir frá barnaverndum og líknandi, teknar seg ein onnur mynd, ið ikki samsvarar við vøkru myndina.

Tá eru vit alt annað enn bara ein eydnurík tjóð.

Hetta fekk meg at hugsa um, hvar eydnan er at finna. Og tankarnir leitaðu aftur til ein hin fyrsta sálmin, eg lærdi uttanat í Tofta skúla.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Um tú vilt gleði vinna,

søk ei til hægsta sal!

Nei, eydnan er at finna,

har grannar semjast væl.

Tey flestu kenna óivað sálmin.

Las herfyri eina bók um fjallataluna. Mær kom til hugs, hvussu ein verðslig fjallatala hevði ljóðað anno 2019 í Føroyum.

Sæl eru tey ríku, tí tey kunnu so nógv meira. Sæl eru tey vælútbúnu, tí tey fáa góð og væl lønt størv. Sæl eru tey í leiðarastørvum, tí tey hava vald og ávirkan. Sæl eru tey ungu, tí framtíðin er teirra. Sæl eru tey frísku, tí tey eru fræls. Sæl eru tey, ið hava verið á øllum fjøllum í Føroyum. Sæl eru tey, ið renna Maraton, tí tey eru nakað serstakt. Sæl eru tey, ið gerast kend, tí tey skulu fáa viðurkenning.

Eg átti eina ommu, ið var móðir at 13 børnum. Hon gjørdist nærum níti ára gomul og var einkja í næstan 30 ár. Eg haldi, hon var eydnurík – ella sæl. Soleiðis kendi eg hana í øllum førum. Og hon livdi nærum ikki upp til nakað av omanfyri nevndu krøvum. Hví var hon kortini sæl? Kanska vit finna svarið í upprunaligu fjallataluni.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst.  Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv.  Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa.  Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Gud.  Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guds børn.

Soleiðis kendi eg ommu. Fátæk í andanum, bundin at Gudi. Upplivdi sorg og fekk troyst. Spaklynt, rættvís, miskunnsom, hjartarein og friðsom. Mundi hetta vera tað, ið gjørdi, at hon – um hon ikki altíð kundi vera glað – kortini var nøgd? Kanska, tí hon visti, í hvørs hondum hon hvíldi.

Í mínum huga melur eitt orð, ið knýtir allar hesar tankar saman. Eitt nokk so óføroyskt orð – relatiónir. Sambandið við Gud og sambandið við onnur menniskju. Í hesum báðum relatiónum finna vit óivað størstu eydnuna.

Vit royna ofta at søkja okkara egnu eydnu, gjøgnum upplivingar, útbúgving, størv og ítriv. Men eg rokni við, at um vit leita eftir okkara egnu eydnu, finna vit hana ikki. Men tá ið vit leita eftir møguleikum at gera onnur eydnurík, finna vit eisini eydnuna sjálv. Tí eydnan er soleiðis háttað, at jú meiri vit geva, tess meira hava vit eftir. Og hetta hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri góða kristna trúgv.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

At tæna Gudi er eisini at tæna næstanum. Í hesum báðum relatiónum finna vit eydnuna.

“Men mítt góða er at vera Gudi nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum” (Sálmur 73, 28).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina