Eg eri (næstan) gud
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Vit eru dugnalig! Ja, í veruleikanum eru vit so dugnalig, at ein viðhvørt hugsar, at tað næstan má vera vorðið ikki so lítið lættari at vera Gud. Hugsa bara um, hvussu hann fyrr í tíðini mátti berjast fyri at bjarga okkum bæði frá einum og øðrum! Sjómenn vóru næstan støðugt í havsneyð. Fólk vóru deyðasjúk, uttan at tey yvirhøvur vistu, hvat teimum bagdi. Flest øll høvdu ov lítið av mati og peningi, og tað mesta av lívinum varð nýtt til at yvirliva. Soleiðis kunnu vit halda á. Tá hevði Gud nokk at gera við at bjarga okkum frá heimsins neyð. Men nú eru nógvir vandar frá fortíðini avmarkaðir, og miðal livialdurin er nógv hækkaður. Endiliga eru vit vorðin sjálvbjargin, og Gud kann fáa sær ein væl uppibornan arbeiðssteðg.
Ongantíð fyrr hava vit rokkið so nær málinum at gera Gud óneyðugan.
Á fleiri og fleiri økjum hava vit vunnið so stóran vísdóm og nógv innlit, at vit kunnu yvirtaka hansara pláss. Og tað er jú tað, tað snýr seg um: At noyða Gud niður av trónuni, so at vit sjálvi kunnu ráða 100% yvir okkara egna lívi.
Síðani Ádam og Eva vóru uppi á døgum, hava vit strembað eftir at røkka guddómleika. Vit vilja hava tamarhald á lívi og deyða, og á okkara egnu og – annanmans – eydnu. Og vit hava rokkið langt. Vit ráða enntá næstan yvir bæði lívsbyrjan og enda. Eru komin langt við at ráða yvir bæði lívi og deyða. Vit eru dugnalig til at menna alt frá fyribyrging til fertilitetsviðger. Eru ikki rokkin heilt á mál, men hvønn dag duga vit betur at avgera, hvør skal verða føddur, og nær. Vit hava eisini tøkni, sum kan hjálpa til at avgera, hvussu tey skulu síggja út. Og serliga hvussu tey IKKI skulu síggja út. Og hóskar onkur ikki til ynski, kunnu vit bara taka tey, áðrenn tey verða fødd. So er tað – næstan – sum at tey ongantíð hava verið her.
Vælferð er kongsstavurin ið prógvar okkara guddómliga mæti.
Eitt prógv fyri okkara almakt.
OK. Vit mugu viðurkenna, at vit ikki hava fult tamarhald á deyðanum. Tí øll følna og doyggja einaferð. Hesum megna vit ikki enn at steðga heilt. Men júst í okkara tíð leita vit nýggjar leiðir fyri at tryggja, at ongum tørvar at doyggja hvørki av sjúku ella elli. Um ikki annað skal vera loyvt at gera enda á sær sjálvum, áðrenn hetta hendir.
Vit hava eisini rokkið peningaligari vælferð. Vit keypa og selja nógv meira, enn okkum tørvar til lívsins uppihald. Vælferð er kongsstavurin ið prógvar okkara guddómliga mæti. Eitt prógv fyri okkara almakt.
Stutt sagt: Vit eru gudar, og verða uppald til at taka ábyrgd fyri okkara egnu lagnu. Vit smíða sjálvi okkara eydnuríku framtíð. Eingi mark eru, sum vit ikki kunnu bróta í jakstranini eftir at røkka tí fullkomna.
Spurningurin er so bara, hví vit ikki eru vorðin meira eydnurík? Hví eru so nógv, sum sýnast at vera strongd ella óttafull, tá vit nú hava fingið so gott tamarhald á okkara egna lív?
Tað er, sum rennur tú á einum rennibandi í einum venjingarhøli, og ikki kanst lata vera við alla tíðina at seta ferðina upp. Skjótari og skjótari. Meira og meira. Bardagin fyri at røkka meiri enn alt hevur ongan enda. Hvør dugir at siga, nær hann eigur nóg nógvar vinir? Nær havi eg rokkið øllum menningarmøguleikum og málinum fyri lívinum? Nær nýtist mær ikki longur at tráa eftir viðurkenning frá øðrum menniskjum? Nær kann eg hvíla í mær sjálvum? Nær kemur friður í hjartað, sum steðgar øllum bardøgum og kenslum av, ikki at røkka til? Nær verði eg eydnurík/ur?
Kanska verður tað tann dagin, eg síggi, at eg ongantíð havi verið skapað ella skapaður til at vera gud. Heldur ikki í mínum egna lívi! Hvør eri eg, at eg skal ráða yvir lívi og deyða? Kann eg nakrantíð geva lívinum tann heilagleika, sum lívið uppiber? Fari eg nakrantíð at síggja, at tað týdningarmesta er at vera bundin av einum, sum er størri enn eg? At loyndardómurin aftan eitt gott og eydnuríkt lív liggur í at vera sárbarur og bundin at einum øðrum?
Tað er jú, sum profeturin sigur: Sælur er tann maður, ið troystar á Harran, og hvørs álit Harrin er; hann verður líkur træi, sum er gróðursett við vatn, og sum toyggir røtur sínar út í løkir og ikki óttast, um hitin kemur, hvørs leyv altíð er grønt, sum ongan vanda hevur á turrum árum og ongatíð lættir av at bera ávøkst. (Jer 17, 8-9)
Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Sólbjørg Mortensen umsetti