Faðir Vár

– Harri, lær okkum at biðja! Tað vóru Jesu lærusveinar, sum á fyrsta sinni bóðu hesa bønina. Teir høvdu verið saman við Jesusi. Og sæð, hvussu Jesus sjálvur bað. Hetta má hava havt sterka ávirkan á lærusveinarnar. Tað fyrsta teir nú biðja um, er hetta: – Harri, lær okkum at biðja!

Teir vistu, at Jóhannes doyparin hevði lært sínar lærusveinar at biðja. Nú  vildu teir sjálvir fáa vegleiðing inn í bønarinnar undranarverda heim. Tú kanst lesa um hettar í Lukas 11,1-13.

Tað er sum svar upp á hesa bøn, at Jesus lærir teir “Faðir Vár”. – Tá tit biðja, skulu tit siga: Faðir Vár, tú sum er í himlunum… Tvær ferðir finna vit hesa bønina endurgivna í Bíbliuni: Matteus 6,9-13 og Lukas 11,2-4. Í báðum førum nýtir Jesus hana sum fyridømi í bøn: – Soleiðis eiga tit at biðja!

Eingin bøn í heiminum er so nógv brúkt sum “Faðir Vár”. Í flest øllum kristnum samanhangi verður hon biðin bæði ofta og regluliga.

LES EISINI  Krossfestur við Kristi

Eingin bøn er so misbrúkt sum “Faðir Vár”. Vit duga orðini uttanat og hugsa ikki altíð um, hvat vit biðja um. Fleri, sum annars ikki vilja hava nakað samband við Gud, taka eisini fegin lut í hesari bønini.

Eingin bøn er so umstrídd sum “Faðir Vár”. Tað vóru jødar, sum Jesus lærdi at biðja hesa bønina. Menniskju, sum væntaðu Guds ríki sum eitt jødiskt dýrdarríki. – Komi ríki títt, bóðu lærusveinarnir. Teir hugsaðu um eitt ríki fyri Ísrael. Skulu vit biðja um hetta?

– “Faðir Vár” er ov virðismikið til at blíva misnýtt..
– “Faðir Vár” er ov dýrabart til at enda sum eitt kjaksmál.
– “Faðir Vár” er bønin sum fyridømi, ið Jesus nýtti fyri at læra okkum tey grundleggjandi viðurskiftini í tí at biðja. Hoyr bara:

1. Eg læri at ákalla Gud sum mín himmalska Faðir.

Gud er stórur og almáttugur Gud. Tann Gud, sum trónar í himlinum. Men samstundis so nær sum ein góður pápi vil vera nær sínum barni.

LES EISINI  Arbeiða dag og nátt

2. Eg læri at søkja fyrst Guds ríki.

“Faðir Vár” hevur sjey ymiskar bønir. Tríggjar tær fyrstu eru um viðurskiftini við Gud:

– Heilagt verði navn títt.
– Komi ríki títt.
– Verði vilji tín.

Hava tú og eg lært at seta Gud fyrst í okkara bønarlívi? “Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt,”  sigur Jesus (Matt 6,33). Hetta er ein trupul setningur hjá okkum at læra!

3. Eg læri at leggja alt mítt lív í Guds hond.

Fýra tær síðstu bønirnar ljóða soleiðis:

– Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
– Fyrigev okkum syndir okkara.
– Leið okkum ikki í freistingar.
– Frels okkum frá tí illa.

Her savnar Jesus í fýra einfaldum setningum týdningarmesta tørv hjá menniskjum. Meir enn tað, sum vit her biðja um, hevur eingin av okkum brúk fyri í hesum heimi. Ótrúligt.

4. Eg læri at geva Gudi tøkk og æru.

LES EISINI  Heima í himlinum

“Faðir Vár” endar við eini lovprísan til Guds:

 – Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um aldur og allar ævir. Amen!

Kanst tú hugsa tær ein rættari hátt at enda tína bøn, enn at Gud fær ta æru, sum hann hevur uppiborið?

Til umhugsanar…
– Harri, lær okkum at biðja
Lat hetta verða tín dagliga bøn framyvir.

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina