Fekk herðaklapp frá Sjómansmissiónini fyri trúgva tænastu
Hon er óivað elsta kvinna, sum er virkin í sjómanskvinnuringi í Føroyum, og var elsti luttakari á Landsstevnuni í Leguhúsinum í Nesvík 2.-4.-mai. Harafturat var hon kassameistari í sjómanskvinnuringinum í Hósvík í 35 ár.
Í Hósvík býr 95 ára gamla Gudrun Joensen. Hon er ættað av Sandi, men kom sum 15 ára gomul, í 1945, norður um Skopunarfjørð, og hevur ikki búð fast á Sandi síðani. Tá kom hon í húspláss í Havn, og skuldi hjálpa til við at hoyggja. Eftir nakrar mánaðir í Havn fór hon suður aftur til Sands.
Eftir bert fáum døgum á Sandi vóru aftur boð eftir henni úr Havn. Hon var biðin um at koma í húspláss. Har var hon í fleiri ár, áðrenn hon skifti húspláss og varð har til 1956.
Hitti mannin í Havn
Mongu ungdómsárini í Havn gjørdu, at Gudrun kom at kenna nógv fólk, eisini ein drong úr Hósvík.
– Eg kendi Magnus eitt sindur, tí systir hansara var gift við beiggja eina vinkonu hjá mær. Tí hittust vit av og á. Veruliga sambandið okkara millum byrjaði eitt mikukvøld í Tórshøll. Hann fylgdi mær heim, og eftir tað var samband okkara millum. Vit giftust í 1956 og vit vóru góð hjún til Magnus doyði 1. mai í 2013, sigur Gudrun.
Bygdu hús í Hósvík
– Vit fluttu inn til verforeldrini í Hósvík, og búðu har fyrstu árini. Í 1960 fingu vit skeytið uppá grundstykkið tætt við hjá verforeldrunum og byrjaðu at byggja beinanvegin. Vit fluttu inn í húsini í 1962. Magnus var sjómaður, og var burtur, tá húsini vóru nærum liðug. Eg var sera spent at flyta inn í húsini áðrenn hann kom aftur. Tað gekk, tí eg fekk góða hjálp frá yngra beiggja mínum og øðrum góðum fólkum. Hetta hevur verið heim okkara síðani.
Við í sjómanskvinnuringin
– Eg kom við í sjómanskvinnuringin beinanvegin eg flutti til Hósvíkar. Eg hevði smá børn, so eg var ikki við hvørt kvøld, men tá tað lá fyri. Eg haldi tað var vermóðir, sum fekk meg við í ringin, tí hon var virkin har. Síðani havi eg verið við í ringinum. Í 1986 gjørdist eg kassameistari og var eg tað, til fyri umleið trimum árum síðani, tá vit fáu í ringinum í Hósvík, gjørdu av, at savnast saman við ringinum í Kollafirði, sigur Gudrun.
Trúgv á landsstevnum
– Eftir at eg gjørdist virkin í ringinum, meini eg, at eg havi verið við á øllum Landsstevnum hjá ringunum. Fyrstu mongu árini skiftust stevnurnar millum sjómansheimini í Havn og Runavík. Síðani 1998 hevur stevnan verið í Leguhúsinum og tað hevur rigga væl. Eg hava ongantíð gist, har stevnan var, fyrr enn síðstu tvey árini, tá eg, og aðrar úr Hósvík, hava gist í Nesvík. Har er frálíkt at gista, sigur hon.
Umsorgan og forbøn hava týdning
– Umsorganin fyri sjófólkinum og fyri Sjómansmissión havi eg kent til heilt frá tí eg giftist, og kanska longri. Maðurin var sjómaður alt sítt arbeiðslív og átti í skipi. Dreingirnir hava siglt og átt skip í mong ár. Tí hevur sjólívið og skip fylt nógv í heimi okkara. Umsorganin, og ikki minst forbønin, fyri sjófólkinum hevur stóran týdning. Tað er gott og trygt at leggja sjófólkið í Harrans hendur.
Eg havi latið jólagávur til sjófólk í mong ár, og sum oftast hava tað verið bundnar hosur. Eg havi fingið takk fyri pakkar, og einaferð fekk eg fleiri greipur av røstum fiski. Tað var ein góð, gleðilig og stimbrandi uppliving, sigur Gudrun.
Fekk viðurkenning
Føroyska Sjómansmissiónin hevur keypt taskur (net) úr góðum tilfari, við búmerkinum á. Tíverri komu taskurnar ikki til landsstevnuna, sum ætlað. Sum eina lítla tøkk og viðurkenning fyri trúgva tænastu í Sjómansmissiónini, fekk Gudrun fyrstu taskuna sum gávu.
Hervið skal ljóða ein hjartans tøkk til Gudrun og allar kvinnur, sum hava sýnt trúskap í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Gud signi sjófólkið og Sjómansmissiónina.
Taskurnar fáast til keyps í Leguhúsinum í Nesvík og á manna.fo