Andaktin, sum formaðurin hevði á Ørkini

Leygardagin 1. oktober varð, eins og vit fyrr hava skrivað, hátíðarhildið, at tað eru 100 ár síðani at fyrsti føroyski trúboðarin fór til Íslands at arbeiða ímillum sjófólkið har.

Hátíðarhaldið á Ørkini byrjaði við eini andakt. Formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Person Jacobsen, hevði andaktina og sæst hon í videonum her.

Minst til, at 27. oktober kl. 20.00 kanst tú hyggja eftir frágreiðingini, sum sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevði beint eftir andaktina um arbeiðið í Íslandi. Hetta kvøldið verður sendingin samsend við Televarpið, soleiðis at tú eisini hevur møguleika at hyggja eftir henni í sjónvarpinum.

LES EISINI  Logos Hope kemur til Føroyar næsta summar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina