Soleiðis var hátíðarhald í Reykjavík

Í ár eru eitt hundrað ár liðin, síðan, Absalon, prestur, av Nesi í Eysturoy, savnaði pening inn til eina Íslandsferð fyri at boða føroysku sjómonnunum kristniboðskapin. Hann var tann fyrsti av teimum mongu, ið árið eftir legði grundarlag undir týdningarmiklu føroysku Sjómansmissiónina.

Fyrsta vikuskiftið í oktobermánaði í ár, varð 100-ára hátíðarhald hildið í Ørkini í Reykjavík. Ein føroysk sendinevnd við Jógvani Fríðriksson, biskupi, Símuni P. Jacobsen, sóknarpresti og formanni, í heimamissiónini, Jonhardi Joensen, formanni, fyri Ørkini og Torleifi Jóhannesen, sjómanstrúboðara, vitjaðu sjómansheimið, Ørkina.    

Leygardagin 1. oktober var nevnliga boðið til hátíðarhald í Ørkini. Sunnudagin var gudstænasta í Háteigskirkjuni.

Hátíðarhaldið í Ørkini, byrjaði við eini andakt av  Símuni, presti, áðrenn tey 60-70 luttakararnir sessaðust við eitt vældekkað borðhald við góðum føroyskum viðskera: – Skerpikjøti, laksi, turrari grind og fiskarættum. Síðani varð mikrofonin latin Torleifi, sjómanstrúboðara, sum greiddi frá stóra týdninginum, arbeiðið hevði havt fyri føroyska sjófólkið í Íslandi.

Trúboðin, ið eisini var við á túrinum, hevur skrivað niður og gjørt upptøku um hátíðarhaldið, ið verður víst í Televarpinum 27. okt. klokkan 20. Og møguleiki verður eisini at síggja hetta í Trúboðanum og sjónvarpinum sama kvøld.

LES EISINI  10 ára føðingardagur hjá OM Føroyum

Norðasti bíbliuskúli í heiminum, Fjellheim Bibelskole, sum var á vitjan, á Ørkini, setti dám á kvøldið við vitnisburði og sangi.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevði gudstænastuna í vøkru Háteigskirkjuni. Har tosaði hann út frá Matt. 7,7… um bøn.  

Biskupur segði m.a. at Gud ikki var avmarkaður av tíð og stað. Hann knýtir seg at lyftum sínum, eisini teimum ið siga, at hann hoyrir bønir og hjálpir á sín hátt og í sínum tíma. Guds orð og lyfti standa føst – eisini í dag. Hann segði eisini, at bøn er «flyting av orku» tvs, –  ein bøn fer upp til Guds í Føroyum, fyri sjómanni, ið staddur er við Ísland ella Grønland, og at Gud svarar og hjálpir sjómanninum, her hann er. Tí er bøn so rík og neyðug, ja, andadrátturin í kristnilívinum, sum mangan verður tikið til.

Eftir gudstænastuna endaði veitsluhaldið við kaffiborði í ørkini. 

H.D. Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina