Fleiri páskastevnur um landið
Páskaboðskapurin er kjarnin í kristnu trúnni, og tí skipa fleiri missiónshús fyri páskastevnum aftur í ár.
Í Suðuroy skipa missiónshúsini fyri felags páskastevnu, sum í ár verður hildin í Porkeris skúla. Møtini byrja langafríggjadag, tá Krista Magnussen av Nesi, Eysturoy, talar. Páskaaftan talar Pauli Berthelsen av Strondum, og páskadag talar Elisabeth Leo úr Skopun.
Meinigheitshúsið í Havn er eisini karmur um eina páskastevnu. Langafríggjadag er evnið “Tann líðandi Kristus”, og tað er Marjan Nielsen, ið talar. Jórun Pólsdóttir syngur. Páskaaftan er evnið “Tann líðandi kirkjan”, og tá talar Marjan Nielsen aftur, og Ingmar Berg og Jóhanna Lützen syngja. Páskadag er evnið “Tann sigrandi Kristus”. Tá talar Jákup Justinussen, og Blátt gras syngur og spælir. Annan páskadag talar Heri Kjærbo um evnið “Tann sigrandi kirkjan”, og Elsa Maria Dam spælir tónleik.
Eisini á eystara armi á Skálafirðinum verður felags páskastevna undir heitinum “Tað er fullgjørt!”. Missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri. Lagt verður fyri langafríggjadag kl. 18 í Glyvra missiónshúsi, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Manskórið í Rituvík syngur. Sama kvøld verður ungdómsmøti á Glyvrum kl. 21 við Andriasi Magnussen, aðalskrivara. Páskadag kl. 18 verður møti í Tabor á Toftum. Mariann D. Poulsen talar, og Streingjakórið á Glyvrum syngur. Annan páskadag verður møti kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jógvan Højgaard, trúboðari, talar, og Streingjakórið á Toftum syngur.
Í Gøtu og Leirvík skipa missiónsarbeiðini somuleiðis fyri felags páskastevnu. Møtini um skírishalguna verða í kirkjukjallaranum í Gøtu, og páskadagarnar verða tey í Leirvíkar missiónshúsi. Skírisdag og langafríggjadag tala Hilda Viderø og Jóhannes Johannesen úr Klaksvík. Fyrra dagin syngja Oddmar og Sonny, og seinna dagin Bethaniakórið. Páskadag í Leirvík talar Torleif Johannesen av Nesi, og menn úr KFUM&K í Klaksvík syngja. Annan páskadag talar Kristian á Reynatrøð, og kórið Vón syngur.
Umframt hesar páskastevnur eru sum vanligt møti í missións- og meinigheitshúsum um landið halgidagarnar.