Aftur til forsíðu

Fødd/ur av nýggjum

Mynd: Thorsten Frenzel á Pixabay

Fødd/ur av nýggjum

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum” (Jóh 3,3).

Hesi vóru Jesu fyrstu orð til Nikodemus, tá hann ein stillan náttartíma kom at tosa við Jesus. Við hesum orðum setti Jesus dagsskránna fyri, hvat samrøðan skuldi snúgva seg um: Endurføðingina! Tað at verða føddur av nýggjum.

Frásøgnin um Nikodemus er søgd í Jóhannes evangeliinum 3,1-21. Les hesa frásøgnina.

Tað er nógv gott at siga um Nikodemus. Hann var múgvandi, virdur, vitandi og hevði stóra ávirkan. Hann livdi eitt strangt gudrøkið lív, var fariseari, ráðharri og lærari í Ísrael. Fá fólk í Ísrael kundu javnmetast við Nikodemus. Hann livdi veruliga eitt lív, sum hann kundi rósa sær av.

Nikodemus hevði hoyrt um Jesus. Og var hugtikin av tí, sum hann hevði hoyrt: “Eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Gud er við honum” (2. vers).

Men Nikodemus var ikki frelstur! Hóast sítt tignarliga lív. Hetta visti Jesus. Tí byrjar hann at tosa um tað æviga lívið, og hvussu ein fær tað í hesum lívinum: – Tú mást føðast av nýggjum, Nikodemus!

Málberingin, sum Jesus her brúkar, kann eisini umsetast “føddur omanífrá”!

Við hesum vil Jesus hava sagt, at skal eitt menniskja fáa lut í tí æviga lívinum, má tað gevast tí av himni. Eingin hevur ævigt lív í sjálvum sær.

Bara Gud kann geva okkum lut í hesum lívinum. Við sínum lívi, við sínum Anda.

“Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi” (6. vers).

Fødd/ur av nýggjum! Nikodemus hevur trupult við at skilja Jesus: “Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?” (4. vers)

Men Jesus greiðir honum samanhangin. Mannalívið byrjar við tí natúrligu føðingini. Lívið er í sjálvum sær eitt undur.

Tað andaliga lívið byrjar eisini við einari føðing, endurføðingini.

Ein verður føddur omanífrá! Av himmalskum kreftum. Eisini hetta lívið er eitt undur. Enntá størri enn tað natúrliga lívið. Gud er undursins Gud.

Jesus tosar eisini um vindin. 8. vers. Tú kanst ikki síggja vindin. Hann blæsur, hvar hann vil. Vindurin er óskiljandi. Men tú kanst merkja ávirkanina. Tú hoyrir vindin súsa. Tú sært trægreinarnar røra seg.Tú følir vindin strúka tær um kjálkan. – Soleiðis er tað hjá hvørjum tí, sum er føddur av Andanum, sigur Jesus. Tú sært heldur ikki endurføðingina, ella kanst greiða frá tí, sum hendir. Endurføðingin er eitt undur! Men ávirkanina sært tú. Eitt nýtt samband við Gud. Nýtt háttalag til syndina og til Jesus. Lívið er broytt, alt er vorðið nýtt! Hetta er undursama úrslitið í endurføðingini! Ikki undarligt, at Jesus sigur: – Tú mást føðast av nýggjum!

 

Til umhugsanar…
Tú kanst spyrja teg sjálvan: Ert tú fødd/ur av nýggjum?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Undanfarna grein

Ársmøtið: Myndir frá kvøldmøtinum

Les grein

Ein ótrúlig trúarferð saman við Sat-7 Türk

Les grein
Næsta grein

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.

A+