Forkunnug bókaútgáva um reynadreingin Njál Djurhuus

Flestu føroyingar halda seg kenna Njál Djurhuus, hóast hann stóran part av lívi sínum hevur búð og virkað í Noregi, har hann saman við konuni, Ernu, í fleiri virkaði millum misbrúkarar, heimleys og onnur á lívsins skuggasíðu. Erna andaðist fyri trimum árum síðani. Nú hevur Óli Jacobsen, rithøvundur, skrivað bók um Njál og forvitnisligu lívssøgu hansara við heitinum “Njál – ljós í skugga”.

Samstundis sum Njál og Erna hava arbeitt fyri tey allarveikastu í norska samfelagnum, hava tey eisini fingið høga viðurkenning, eitt nú frá kongi, fyri virki sítt.

Forlagið Tjørnustova gevur bókina út, og hon er 215 blaðsíður. Í sambandi við útgávuna verður bókaframløga í hølunum hjá Frelsunarherinum í miðbýnum í Havn í morgin, fríggjadagin 8. november, klokkan 17 til 18.

Í næstu viku, hósdagin 14. november klokkan 17, verður bókaframløga eisini í Frelsunarherinum í Vági.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina