Forlagsnevndin endurstovnað og havt sín fyrsta fund

Fríggjadagin hevði nýggja forlagsnevndin sín fyrsta fund saman við forlagsleiðaranum fyri Heimamissiónsforlagið. Hetta er ein liður í ætlanunum at uppraðfesta Heimamissiónsforlagið og at útgeva kristiligt tilfar á føroyskum, serliga til børn.

Í nýggju forlagsnevndini eru Havstein Klein, Bárður Kass Nielsen og Mariann D. Poulsen. Tey koma at arbeiða tætt saman við Kristiannu Johannesen, sum í fjør varð sett sum forlagsleiðari, við at góðkenna nýggjar útgávur, ið Heimamissiónsforlagið gevur út. Forlagsleiðarin hevur dagligu leiðsluna av forlagnum um hendi og skipar sølu- og útgávuarbeiðið hjá forlagnum í samstarvi við forlagsnevndina.

Heimamissiónsforlagið rekur kristiliga bókhandilin Manna.fo við stórum úrvali av kristiligum lesnaði. Harafturat hevur forlagið bókasølu til størri tiltøk og í missións- og meinigheitshúsum kring landið.

Endamálið hjá Heimamissiónsforlagnum er at virka fyri kristiligari veking, uppbygging og vegleiðing millum børn, ung og vaksin á kirkjuligum grundarlagi, og annars at styrkja alt trúarlív og samfelagslív. Forlagið hevur áður útgivið nógvar bøkur, men síðstu 10-15 árini hevur verið avmarkað við nýggjum útgávum. Tí hevur forlagsnevndin ikki verið virkin seinnu árini. Fokus hevur hesa tíðina verið mest á bókasølu við nøkrum fáum nýggjum útgávum.

LES EISINI  Húsandaktkalendarin 2025

Nú er nýggja forlagsnevndin so farin til arbeiðis, og ætlanin er í fyrstu syftu at útgeva føroyskar týðingar av góðum kristiligum tilfari til børn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina