Føroya Landsstýri letur menningarhjálp til SAT-7 Academy

Beint áðrenn ólavsøku skrivaði Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, undir eina avtalu um 300.000 krónur í menningarhjálp til eina skúlaverkætlan hjá altjóða sjónvarpsrásini SAT-7. SAT-7 sendir sjónvarp um alt Miðeystur og Norðurafrika, og føroysk sunnudagsskúlabørn hava í fleiri ár stuðlað SAT-7 Kids, ið er barnarásin hjá SAT-7. Føroyski menningarstuðulin er markaður til skúlaverkætlanina SAT-7 Academy.

Sjónvarpsrásin SAT-7 sendir um alt Miðeystur og Norðurafrika, har tað búgva umleið 150 milliónir børn, ið eru yngri enn 15 ára gomul. Tað er ein sannroynd, at tilveran hjá nógvum børn í hesum øki er merkt av fátækadømi, kríggi og avmarkaðum útbúgvingarmøguleikum, og hetta gevur eina kenslu av vónloysi fyri framtíðina. Fleiri hundrað børn ringja ella skriva inn til SAT-7 Kids hvønn einasta dag og biðja um ymiska hjálp. Hóast fátækadømi hava tey flestu eitt lítið sjónvarp heima við hús. Sjónvarpsparabolir eru at síggja á flest øllum tekjum, sjálvt í teimum fjarskotnu fjallabygdunum og flóttafólkalegunum.

LES EISINI  Forkunnug vitjan frá Sat-7 í Føroyum síðsta vikuskifti í apríl

13 milliónir børn fáa onga skúlagongd

Orsakað av krígnum í Sýria eru umleið 5.000 skúlar stongdir, og um 13 milliónir børn fáa onga skúlagongd. Tí stovnaði SAT-7 Kids skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp, so børnini kunnu fylgja við í flóttafólkalegum og aðrastaðni. Og tað gera tey! Smærru børnini fáa frálæru í arabiskum, enskum og støddfrøði, og størri børn hava harumframt aðrar lærugreinar sum franskt , lívfrøði og annað.

Eisini verður stórur dentur lagdur á at náa foreldrum og at hjálpa lærarum, sum ofta hava eina vánaliga útbúgving. Tað er sera neyðugt at læra børnini at lesa og skriva, so at tey kunnu læra at hugsa sjálv og seta spurningar. Læra tey ikki tað, eru tey løtt at ávirka skeiva vegin og at verða radikaliserað.

Føroyska menningarhjálpin fer til SAT-7 Academy, ið sendir frálæru svarandi til 3.-5. flokk. Fyrisitingin hjá SAT-7 heldur til á Kýpros og hevur drúgvar royndir við slíkum verkætlanum, herundir at syrgja fyri, at stuðulin verður nýttur til tað endamál, sum hann er játtaður til, og at geva gevarunum neyðugar frágreiðingar. Næstan helvtin av samlaðu inntøkuni hjá SAT-7 er markaður til ávís endamál.

LES EISINI  Sat-7 styrkir røddirnar á teimum sum yvirlivdu jarðskjálvtan í Sýria

Føroyskt samstarv

SIMBA, ið er heitið á arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fyri børn, hevur í fleiri ár stuðlað SAT-7 Kids. Flestu sunnudagsskúlar hjá Heimamissiónini hava bússur standandi, har børn og foreldur kunnu lata eitt oyra til SAT-7. Fyri árið í fjør og í vár savnaðu føroysk sunnudagsskúlabørn, saman við øðrum gávum, 134.000 krónur til SAT-7 Kids.

Síðst í apríl vitjaði stjórin fyri SAT-7, Rita Elmounayer, fyri aðru ferð føroysk sunnudagsskúlabørn til eitt stórt tiltak í Leguhúsinum í Nesvík. Hon sigur soleiðis um endamálið við skúlaverkætlanini:

– Fyri okkum sum sjónvarpstøð er hetta ein framíhjárættur, at vit eru før fyri at hjálpa hesum flóttabørnum við víðari skúlagongd á ein annan hátt, nevniliga við at síggja sjónvarp. Eisini er møguleiki hjá børnunum ígjøgnum eina heimasíðu at fáa fatur á einum slagi av próvtøkuspurningum, so at tey kunnu fáa prógv uppá tað, tey hava lært. Tá vit bjóða undirvísing til hetta mista ættarliðið av flóttafólkum, gera vit ikki bert eina íløgu í teirra framtíð, men eisini í framtíðina hjá øllum arabiska heiminum. Við at læra tey at lesa og skriva geva vit teimum førleika at taka støðu í ymiskum sjónarmiðum, at fáa eitt arbeiði og soleiðis á ein jaligan hátt at mynda framtíðar arabiska heimin. Tað er ein stór signing at kunna taka leiðsluna í eini verkætlan sum hesari.

LES EISINI  Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

 

Í stutta filmsbrotinum ber til at fáa eina fatan av, hvat føroyska menningarhjálpin fer at verða nýtt til.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina