Føroyskt ferðalag er á veg í Karibiska havið og umborð á Logos Hope

Tað verður fyri tað mesta í maskinrúminum, at føroyingarnir næstu vikurnar fara at hjálpa til.

Føroyska ferðalagið fór í gjár úr Vágum, og í dag fara teir úr Amsterdam og vestur til Curaco oynna í Karibiska havinum.

Teir 13 føroyingarnir fara at arbeiða umborð á Logos Hope.

Logos Hope er gamla Norrøna, sum nú er skip hjá OM missiónsfelagsskapinum. Fleiri føroyingar hava verið við Logos Hope – eisini á brúnni og í maskinrúminum.

Talan er um maskinmeistarar og maskinsmiðir, sum nú eru á veg umborð á Logos Hope. Setningurin hjá teimum er at umvæla tveir motorar, at gera rørarbeiði og annars fyrifyllandi arbeiði.

Í dag fóru teir úr Keypmannahavn og til Amsterdam haðani teir fara við flogfari beinleiðis til Curaco. Curaco er partur av Niðurlondum, og tí er tað beinleiðis flogsamband millum Amsterdam og oynna í Karibiska havinum, skrivar OM Føroyar í tíðindaskrivi.

Eftir ætlan verður føroyska ferðalagið aftur í Føroyum 16. mai.

LES EISINI  Joan greiðir frá Logos Hope í Miðvági

Skrivað hevur: Jóannes Hansen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina