Frælsi krevur vísdóm 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Alt er møguligt – men hví kennist tað ikki soleiðis? 

Ímynda tær hetta: Tú kanst ynskja tær júst tað, tú vilt. Uttan avmarkingar. Hvat hevði tú valt? Fyri summi ljóðar hetta sum ein dreymur. Hugsa tær at fáa sítt størsta ynski uppfylt! Men fyri onnur kann tað kennast sum uppskriftin upp á val-ótta. Í dag standa næstan allar dyr opnar, og vit hoyra aftur og aftur: “Tú kanst blíva, tað tú vilt.” Tað er ikki longur sjálvt valið, sum er trupulleikin – tað er talið av teimum. 
Í Føroyum liva vit í einum samfelagi við vælferð, stórum frælsi og atgongd til næstan alt. Útbúgving er ókeypis, mørk eru opin, og vit hava lætta atgongd til vitan og kunning. Tað burdi givið okkum yvirskot og gleði. Men kortini kenna nógv seg fastløgd, troytt og við eini kenslu av meiningsloysi. 

Hvussu hongur tað saman? 

Møguleikanna harðræði 

Tað er eitt paradoks, at frælsi ofta føðir órógv. Men tað er júst tað, sum hendir. Tí við nógvum møguleikum kemur eisini ábyrgdin – fyri at velja rætt og fyri at taka ábyrgd av valinum. Hvørt einstakt val hevur avleiðingar. 

LES EISINI  Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu

C.S. Lewis skrivaði: Hvørja ferð tú tekur eitt val, broytir tú kjarnupartin í tær – tann partin sum velur – eitt sindur, so hann verður øðrvísi, enn hann var áðrenn.” 1
Um tað er satt, so snýr eitt val seg ikki bara um praktiskar avgerðir – t.d. um eg skal keypa ein hund ella eina kettu. Nei, hvørt einasta val formar meg sum menniskja. Tað broytir, hvør eg eri – og hvør eg eri í ferð við at blíva. 
Og tað er júst her, vísdómurin gerst týdningarmiklari enn frælsið. Tí vísdómur hjálpir okkum at liva við frælsinum – og fyri nøkrum, sum er størri enn vit sjálvi. Tað frælsa valið kemur ikki bara við møguleikum, men eisini við trýsti: Trýstinum um at fáa tað mesta burturúr okkum sjálvum. 

Vit síggja avleiðingarnar sum strongd, krøv um at avrika, og tað, sum nakrir heimspekingar kalla tilverumøði. Ikki tí vit hava tað ringt – men tí vit ikki vita, hvørjum vit veruliga liva fyri. 

Tá vísdómur er størri enn frælsi 

Í Fyrstu Kongabók hitta vit unga Sálomon. Í eini dreymasjón verður hann spurdur: “Hvat ynskir tú tær?” Hann kundi valt kærleika, ríkidømi ella vald. Men hann bað um vísdóm. 

LES EISINI  Frælsur í fangahúsi

Sálomon er ein, eg ofta steðgi við. Kanska er hann tann mest “modernaði” persónurin í allari Bíbliuni. Hann kundi fingið alt. Hann hevði vald, tilfeingi og frælsi – og tí er hann lættur at spegla sær í, eisini í dag. 
Og har stendur hann. Við einum vali. Og hann velur vísdóm. Ikki bara vit – men evnini at taka rættar avgerðir, eisini tá tær eru torførar. 

Hann visti, at frælsi er lítið vert, um tú ikki veitst, hvussu tú skalt brúka tað. Og tað er kanska júst har, at hann tosar beint inn í okkara tíð. Vit hava næstan ótømandi møguleikar – men mangla ofta amboðini at velja við umhugsni og meining. Kanska er tað ikki meira frælsi, vit sakna – men vísdóm. Tí uttan vísdóm kann frælsið skjótt gerast ein byrða í staðin fyri ein gáva. 

At liva í vísdómi Guds 

Bøn Sálomons um vísdóm snúði seg ikki bara um góðar avgerðir. Hon snúði seg um at vera tengdur at einum, sum er størri enn tú sjálvur. Í Bíbliuni er vísdómur ongantíð ein sjálvstøðug gáva. Hann stavar frá Gudi – og førir altíð aftur til hann. Tí kann vísdómur ongantíð skiljast frá honum. 

LES EISINI  Vitnisburður: Frælsi

At liva í vísdómi merkir at liva í sambandi við Gud. Ikki sum ein, sum hevur svarini, men sum ein, ið lurtar. Sum spyr, áðrenn hann svarar. Sum hevur upplivað, at tað týdningarmesta í lívinum ikki er at velja heilt rætt – men at vera grundaður í onkrum, sum er størri enn tú sjálvur. 

Tá vit royna at liva upp til øll krøvini og tað, sum verður væntað av okkum, er tað ikki meira frælsi, vit hava tørv á. Tað er djypri vísdómur. Og tann vísdómin fáa vit ikki bara við at hugsa klókt. Vit fáa hann við at liva í Gudi. 

Ella sum Sálomon sjálvur sigur tað: 
Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi.” 

C.S. Lewis, Mere Christianity, Kapitel 4 

Vit boða Krist krossfestan, ….. Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm.

1. Kor 1:23+25
  1. C.S. Lewis, Mere Christianity, Kapitel 4
    ↩︎
Spurningar