Leita
Jesu dømi um hundarnir og børnini kann vera trupul at skilja. Tað er tó greitt at kvinnan, ið kemur til Jesus og biður um hjálp, ikki er jødisk. Tað er ein týdningarmikil detalja fyri at skilja tekstin. Í Matteusar- og Markusarevangeliinum verður hon nevnd tann kánaneiska kvinnan, ið skilir hana frá jødum. Jesus vísir hana í fyrstu atløgu burtur við at siga, at børnini skulu eta seg mett áðrenn tað verður givið hundunum. Her verður sipað til jødarnar sum børnini og heidningarnar sum hundarnir. Eyðkennið fyri jødiska fólkið sum Guðs børn hevur sín uppruna í Gamla Testamenti (5 Mós 14,1 og Hós 11,1). Í jødiskum samanhangið eru hundarnir ein mótsetningur til børnini, ið eru Ísraels fólk.
Vit mugu samstundis minnast til at Jesus umtalar seg sjálvan sum lívsins breyð: “Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra”. Tað vil siga, at Jesus er breyðið, frelsan, ið er bjargingin, sum varð lovað í Gamla Testamenti. Sambært Gamla Testamenti skuldi frelsan fyrst vera fyri jødunum, síðani heidningunum (Jes 2,2-3, Jer 3,17 og Mika 4,1). Tað kvinnan svarar Jesusi, viðvíkjandi molarnar, vísir á at heidningarnir eisini eiga at fáa lut í frelsuni.