Tá Gud kann alt, hví koma so ikki øll til Himmals?

Svar

Spurningurin tekur støði í eini staðfesting um, at Gud kann alt. Tað er rætt, at Gud hevur alt vald, men tað er ikki alt, sum hann kann. Eitt, sum Gud ikki kann, er at loyva øllum menniskjum til Himmals.

Tá ið Gud skapti Ádam og Evu, so skapti hann tey í síni mynd og til samfelag við seg. Tá var alt sára gott og fullkomið samband var millum tey og Gud, tí ongin synd var til. Tá ið tey ótu av trænum, sum Gud hevði sagt, at tey ikki skuldu eta av, so syndaðu tey. Hetta merkti, at nú var nakað komið millum tey og Gud, og tað var syndin. Gud rak Ádam og Evu út úr Edens hava, men hann rak tey ikki út í vónloysið. Hann gav teimum eitt lyfti um, at hann skuldi senda ein, sum skuldi knúsa høvdið á orminum. Hesin var Jesus.

Enn í dag skapar syndin skilna millum Gud og menniskju.

Himmalin er bústaðurin hjá Gudi. Tá ið Jesus fór til Himmals, so fór hann at gera ein bústað tilreiðar til øll tey, sum trúgva á hann. Gud kann ikki loyva syndafullum menniskjum inn í Himmalin, tí Gud er heilagur. Hetta merkir, at hann er rættvísur og uttan synd. Synd kann ikki vera har, sum Gud er. Bíblian lærir, at øll menniskju eru syndarar. Tí kunnu vit ikki koma til Himmals í okkum sjálvum. Gud kann ikki loyva syndarum inn í Himmalin. Tað eru bara tey rættvísu og heilagu, sum sleppa til Himmals. Hetta merkir ikki, at tey sjálvi eru rættvís og heilag. Nei, tað merkir, at at tey eru gjørd rættvís og heilag.

Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi. Róm 5,1

Tað eru bara tey, sum eru reinsaði í Jesu blóði, sum sleppa til Himmals.

Og samsvarandi lógini verður nærum alt reinsað við blóði, og uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving. Hebr 9,22

Og eg segði við hann: »Harri mín, tú veitst tað.« Og hann segði við meg: »Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Opb 7,14

Tá verður alt nýtt.

Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til , ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið. Opb 21,4

Aðrir spurningar
A+