Hava vit frítt frælsi, tá ið Gud veit alt?

Svar

Í spurninginum liggur bæði ein spurningur og ein staðfesting. Um vit hyggja eftir staðfestingini fyrst, so lærir Bíblian, at Gud veit alt. Eitt dømi um hetta er, tá ið Ádam og Eva syndaðu við at eta av trænum, sum Gud hevði sagt, at tey ikki skuldu eta av. Tá koyrdi Gud tey út úr Edens hava, men hann hevði eina ætlan beinanvegin. Hann visti, hvat hann skuldi gera fyri at vinna menniskju aftur inn til sín.

Spurningurin er, um vit hava frítt ella fult frælsi? Hetta velst um, í hvørjum sambandi vit tosa? Um vit hugsa um okkara gerandis avgerðir, so hava vit fult frælsi. Flest menniskju eru vanabundin við ymiskum mynstrum og tankagongdum, og tí gera vit ofta tað sama. Vit hava tó frælsi til at velja um vit t.d. skulu hava jogurt ella breyð til morgunmat, ella um vit keypa hendan ella handan bilin.

Soleiðis er tó ikki, tá ið vit tosa um andalig viðurskifti. Tá hava vit ikki fult frælsi. Luther tosar t.d. um tann trælbundna viljan, og at vit eru bundin av syndini og tí gera tað ónda og megna ikki at gera tað góða.

Hetta er sami tanki, sum vit møta hjá Paulusi, tá ið hann sigur: Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg. Róm 7, 19

Tað er bara Gud, sum ígjøgnum Jesus og við Heilaga Andanum kann vísa okkum, at vit eru syndarar sum hava brúk fyri frelsu. Hetta er ikki nakað, eitt menniskja sjálvt hvørki kann vita ella velja.

Gud veit alt og hevur alt vald. Um Gud vita vit, at hann elskar øll menniskju og vil teimum væl, sum vit eisini lesa í 1. Timoteusarbrævi: Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. 1. Tim 2, 3-4

Aðrir spurningar
A+