Hvør er Beelsebul? Er hann nakað í dag?

Svar

Navnið Beelsebul finna vit sjey ferðir í Nýggja Testamenti, og tað er í teimum trimum synoptisku evangeliunum – Matteus, Markus og Lukas. Har eru tað ávíkavist teir skriftlærdu, Fariseararnir, fólkið og Jesus, sum umrøða Beelsebul. Hann verður umrøddur sum “húsbóndi” og sum “høvdingi teirra illu andanna”.

Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara. Matt 12,24

 Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: »Beelsebul er í honum!« og »Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.« Mark 3, 22.

Men hvør var Beelsebul og er hann nakað í dag?

Navnið Beelsebul kemur upprunaliga av navninum Báal-Zebub, sum var ein gudur í Ekron, sum var norðasti stórbýur í Filistalandi.

Tað bar so á, at Áhazja datt út gjøgnum rimagluggan út av loftsali sínum í Sámáriu og meiddi seg. Hann sendi tá ørindrekar og segði við teir: »Farið og leitið ráð við Báal-Zebub, gudin í Ekron, um eg verði frískur aftur av hesi sjúku. 2. Kong 1,2

Á Jesu døgum var Beelsebul eitt navn fyri djevulin ella sátan. Djevulin er veruligur, og tí er Beelsebul eisini ein veruleiki í dag.

Aðrir spurningar
A+