Í 2. Krýn 9,13 verður hoyra vit um 666 gulltalentir. 666 er Sátans tal. Er onkur serlig meining við hesum, ella er tað av tilvild?

Svar

Í spurninginum verður víst til 2. Krýn 9,13: Til Sálomons varð flutt av gulli á hvørjum ári seks hundrað og seksti og seks gulltalentir.

Síðani verður víst á, at 666 er Sátans tal. Her verður óivað hugsað um eitt vers í Opinberingini.

Her ræður um vísdómin. Tann, sum hevur skil, hann rokni tal djórsins; tí at tað er tal mans, og tal hansara er seks hundrað og seksti og seks. Opb 13,18.

At síggja til kundi verið samanhangur millum hesi vers og tølini, sum verða umrødd har, men bíbliuviðmerkingar geva ikki hesum samanhangi ans. Tí er hetta helst tilvild.

Aðrir spurningar
A+