Fremmandir og útlendingar á jørðini.

Í trúgv doyðu allir hesir, uttan at teir høvdu ognast fyrijáttanirnar; men teir sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at teir vóru fremmandir og útlendingar á jørðini.

Hebr 11,13

Hetta eru patriarkarnir, Ábraham, Ísak og Jákup. Teir eru trúarfyrimyndir. Teir vóru á veg. Landið, ið skuldi verða teirra, lá fyri framman. Soleiðis er eisini kristinlívið. “Borgaraskapur okkara er á himnum.” (Fil 3,20) Harvið er ikki sagt, at vit eru heimsborgarar og líkaglaðir við okkara fedraland, men at vit einusinni fingið eyguni fest at tí ósjónliga og ikki tí sjónliga, “tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.” (2 Kor 4,18).

Fremmandir og útlendingar á jørðini. Tað eru Guds børn. Okkara veruliga heim er ikki her. Her skulu vit vera eina stutta tíð. Okkara æviga heim er Himmalin. Her eru vit pílagrímar. Orðið stendur ikki í Bíbliuni. Tó á ein hátt. Pílagrímur er týðing av latínska orðinum ‘peregrinus’ , har tað merkir fremmandur, útlendingur, flytifuglur.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 41

Viðhvørt so kann ein kenna eina loyndarfulla sælu nema ein: “Sum flytifuglur eg eri her og heim á øðrum stað eigi.” Syngur sálmaskaldið. Pílagrímar í miðøld fjakkaðu langar leiðir at vitja halgistøð. Ferðirnar høvdu altíð eitt endamál. Á sama hátt hjá Guds fólki. Í heimsins eygum kann okkara ferð tykjast løgin og friðleys. “Hvørjum renna og kvika tit tykkum fyri? So til eitt og so til annað!” Á tann hátt hava fólk sagt um Ábraham  og Ísak og Jákup. Hetta eru korini.

“Ein fremmandur eg eri sum mínir fedrar her, á jørð mítt heim ei verður, men yvir skýggjum er; har uppi býr mín faðir í dýrd í halgum stað, har vildi eg nú verið og sungið einglalag.” Hms. 554,1

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina