Víntræið og greinarnar

Eg eri beint nú staddur í Jerusalem, her nógv víntrø vaksa, og hava vit verið og hugt nærri at teimum. Víntræið er ikki sum trø flest, sum vit kenna í Føroyum. Tey trø, sum vit kenna vaksa sjálvi uttan at nakað skal stiða tey. Soleiðis er ikki við víntræinum, tað má hava nakað at stiða seg til, so sum Jesus hevur faðir sín at stiða seg til. Víngarðsmaðurin, er Guð sjálvur. Víngarðsmaðurin slær pelar niður, og spennir nakrar jarntræðrir ímillum pelarnar. Síðan plantar hann smá víntrø undur træðrunum. Úr víntræinum vaksa tunnir klatritræðrir, sum snúðra seg um jarntráðin hjá víngarðsmanninum, ein mynd uppá, hvussu Jesus hevur bundið seg fastan til faðir sín Guð. Jesus er stamman á trænum. Á stammuni, vaksa greinarnar, sum er mynd upp á teg, og meg. Mest neyðugt í lívi okkara er, at vit eru greinar, sum eru festar til víntræið Jesus. Um vit ikki eru tað, eru vit sum greinar, ið ikki kunnu bera nakra frukt.

v1 «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. v2 Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. v3 Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. v4 Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. v5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber
Jóhannus 15. 1-5

Eg tók einaferð eina grein av einum træi í Italiu, tí eg ætlaði at hava hana við heim til Føroyar, men tað eydnaðist ikki so væl, tá eg kom til hotellið, har eg búði, var greinin følnað, og eg koyrdi hana burtur. Vit eru greinar á Jesusi, og vit mugu øll fáa føði hvønn dag, og føðin er orð Guðs. Um grein okkara fær føði ber hon ávøkst, og víngarðsmaðurin, (Guð) vil reinsa hana, so at hon skal bera meiri ávøkst. Um vit ikki fáa føði úr orði Guðs, So trívast vit ikki, og bera ongan ávøkst, og so er vandi fyri at víngarðsmaðurin tekur grein okkara burtur. Jesus sigur eisini, at um vit eru í honum bera vit miklan ávøkst, og uttan Jesus kunnu vit als einki gera.

Við dagliga at lesa í Guds orði og at søkja saman við Guds børnum í kirkju og meinigheit, fáa vit andaliga føði og verða styrkt í trúnni á Hann. Eru vit í Honum sum er víntræi, kunnu vit bera frukt.  Tað er av stórum týdningi, at vit eisini læra okkara børn og ungu upp í Guds orði, so at tey verða fest til víntræið, Jesus, og soleiðis finna vegin heim til hansara ein dag.

Í gjár vóru vit við Jákups brunn, og har hoyrdu vit um ta sámaritansku kvinnuna, sum bað Jesus geva sær av tí livandi vatni, sum hann hevði at geva. Hendan kvinnan bleiv sama dag ein grein, sum var fest á víntræið, og sum beinanvegin gav ávøkst. Hon dróg nógv av sínum bygdafólki til Jesus hendan dagin. Jesus sigur eisini, at um onkur ikki verður verandi í honum (víntræinum), verður hann kastaður út sum ein følnað grein, tey henta tær saman og kasta tær í eldin, har tær brenna. Eru vit ein grein á Jesusi tá kenna vit hann, og hann kennir okkum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina