Friðarverji ella friðarskapari

Umboð fyri broyting ella semju. Eitt kall til at fremja frið og ikki bert varðveita hann.
Jesus kallaði tey, sum fáa frið í lag ”børn Guds”. Hvat hevði hann sagt um kristin í dag?

Eitthvørt róp eftir friði og samljóði, sum ikki leggur í órættin er ikki bert tómt, tað virkar eisini ímóti Kristi søk. Kristin menniskju eru kallað at ”fáa frið í lag”. Ikki friðarverju. Tað er ein sera stórur munur á hesum báðum.

Friðarverjin heldur uppá óbroyttu støðuna, ”status Quo”, meðan friðarskaparar eru umboð fyri og fremjarar av broytingum, ið tráa eftir at lekja tað sundurbrotna í heimi okkara.

Friðarverjin tráar eftir at gera øll glað, men friðarskaparin tráar eftir rættvísi.

Friðarverjin strembar eftir semju í ljósinum á órætti, men friðarskaparin kallar órætt sum rasuhatur, kynsmismun, stættamun og allar aðrar kúgandi skipanir við rætta navni sínum, hóast tað fær fólk at kenna seg illa til passar.

Friðarverjin stendur í tí fjálgu partleysu miðjuni, og roynir at sissa báðar síðir og náa semju.
Friðarverjin søkir eftir eini semju, og noktar at hava nakað at gera við marginalisering í samfelagnum, men friðarskaparnir standa fyri sannleikanum, rættvísinum og rættinum hjá einum og hvørjum, sama hvør kostnaðurin er.

Profeturin Jeremias tosar um friðarverjar í Skriftini:

So lættliga grøða teir brek fólks míns við bert at boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti.” Jer.6,14

Nógvir átrúnaðarligir leiðarar frá bíbilskari tíð vóru “friðarverjar”. Teir hildu fólkinum í einum støðugum ótta fyri Gudi við at siga, at hann bert elskaði tey, um tey hildu allar lógir og reglur. Teir hildu, hetta fór at fáa fólk at halda seg til tað rætta. Men Gud dámdi ikki at verða misnýttur av teimum, ið søgdu seg vera hansara eftirfylgjarar. Tí fór hann frá himninum og kom niður á jørðina sum menniskjað, Jesus Kristus fyri at lata øll vita, at kærleiki Guds var frítt atkomiligur og tøkur hjá øllum menniskjum, ið ynsktu at taka ímóti honum.

Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.
Matt.5,9 VD

Jesus var sjálvur ein friðarskapari. Hann stóð andlit til andlits við átrúnaðarligu leiðararnar í Ísrael, og koppaði eitt nú borð teirra í templinum, sum vóru í ferð við at okra pening frá teim fátæku. Og í tí mest ótrúligu friðarskapandi hending søgunnar, tá hann valdi at doyggja fyri synd heimsins. Men tríggjar dagar eftir hetta reis hann upp aftur frá teim deyðu og vann sigur á synd og deyða og útstillaði soleiðis friðarverjarnar og teirra fatan av heiminum.

Fyri kristin, so er valið millum friðarverjar og friðarskaparar klárt:
Visti tú, at hetta er einasta sæluprísan, sum kemur við eini samleikafráboðan? Út av øllum eyðkennunum, sum Jesus lýsir úr Matt.5, so er ”friðarskaparin” tað einasta, ið verður borið fram við einium samleika staðin fyri einum vinningi.

í staðin fyri at vera ”signað”, ”uggað” ella ”víst náði”, so sigur hon, at friðarskaparar… skulu kallast ”børn Guds”.

Vit eru aldri nærri Gudi, enn tá vit ”fáa frið í lag”…
Hetta merkir, at vit aldri eru nærri Gudi enn tá, vit eru sonn umboð fyri friði. Vit eru aldri nærri Gudi, enn tá vit stríðast fyri rættvísi. Vit eru aldri meira lík Gudi, enn tá vit bera, shalom og ríka góðsku inn í hvørt brotið samband og skipan í heimi okkara.

Tað er ein freisting at gerast friðarverji júst nú; ikki at taka upp stríðið ella bjóða av status quo, men tað er ikki Jesu vegur. Tað er tíð hjá kristnum at taka eina støðu á rættvísis síðu til øll menniskju og at verða teir friðarskaparar, Jesus kallar okkum at vera.
Christianity today: ZACH LAMBERT

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina