Friður á jørð
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Ja, so kom eisini hetta árið so langt. Stákanin er langt síðani byrjað, jólahald á stovnum og runt um í bygdum og býum. Jólatrø eru tendrað, og allastaðni er jólaprýði at síggja. Útvarpsrásir spæla smørkendan jólatónleik, og alt er so fagurt.
Summum dámar hesa ársins tíð betur enn nakra aðra. Onnur kenna seg kanska ikki heilt væl til rættis í øllum glitrinum. Fáa tað kanska ikki heilt at hanga saman við teirra veruleika.
”Friður á jørð og í menniskjum góður tokki” søgdu einglarnir. Men hvussu í allari víðu verð fáa vit hetta at hóska til okkara tíð? Yvirgangur, flóttafólk, kríggj, hungursneyð og farsóttir eru bara nakrar av yvirskriftunum, sum dagliga skera okkum heima í Føroyum í eyguni. Í grannalondum okkara er veruleikin beint uttan fyri dyrnar. Tí sleppa vit ikki undan at síggja henda veruleikan í eyguni. Og tað kann lættliga gera okkum óttafull. Hvat verður tað næsta?
Áðrenn Jesus fór til himmals, segði hann eisini nakað um frið. ”…mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh 14,27).
Jesu friður fevnir um nakað nógv meira, størri, hægri, djúpari, longri, breiðari og víðari enn friður annars. Jesu friður merkir ikki, at vit sleppa undan øllum illum, keðiligum, særandi og drepandi. Jesu friður merkir at kenna frið mitt í lívsins stríði.
Ein kapping var eina ferð skrivað út um at mála besta málningin av friði. Summir málningar vóru av stillum, friðfyltum landsløgum, har alt andaði av friði og sælu. Men tann málningurin, sum vann kappingina var av einum skúmandi fossi. Mitt í fossinum var ein riva, har ein smáfuglur hevði bygt sær reiður. Og tað er júst soleiðis, Jesu friður er. Hann er ein klettur mitt í lívsins stríði. Hóast tað brýtur í bæði borð, so kunnu vit verða trygg í Jesu hondum.
Tískil er eisini enn høpi í jólaboðskapinum. Hetta eru gleðiboð til tín, sum ikki sær meining í øllum stásinum og jólaglitrinum. Kanska heldur tú, at friðsæl jól eru ein barnslig illusión? Nei, enn kunnu vit finna frið á jørð, bert vit leita til hansara, sum gevur okkum sín frið. Set stákanina á pausu eina løtu og leita í kvirruni eftir Jesusi.
At enda fari eg at sitera ein sang, sum vit sungu í gentukórinum, tá ið eg var barn. Hann er enn háaktuellur, og tí kemur hann fram fyri meg hvørji jól. Niðurlagið er soljóðandi:
”Nei, jól uttan Jesus, tað er einki vert,
tað er sum ein pakki, har pappír er bert.
Har má okkurt vera, mær gleði kann bera,
tað eru eingi jól uttan Jesus”.
Við ynskjum um eini góð og friðsæl jól í Jesu navni!
Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu