Friður

Frið sum troyst í sakni her
Gud við Kristi okkum ber,
frið hann oss við blóðið vann,
frið vit eiga eftir hann;
kristindómsins mál og mið
er at boða Kristi frið.
(Sálmabókin nr. 333)

Soleiðis syngja vit í einum 150 ára gomlum sálmi.
Og sangarin hevur rætt: Evangeliið er veruliga boðskapurin um frið.

Krossurin er kristindómsins týdningarmesta ímynd. Men krossurin er eisini friðarinnar ímynd. Ein krossur verður til, við at tveir bjálkar krossast: Ein vatnrættur bjálki. Og ein loddrættur. Sært tú ímyndina?

Tann loddrætta linjan bindur saman himmal og jørð, Gud og menniskjuna. Tann vatnrætta linjan skapar samband millum menniskju. Júst soleiðis er friðarinnar evangelium! Friður hevur atlit at menniskjans viðurskiftum við Gud, og friður snýr seg um sambandið millum menniskju.

Fyrst: Friður er galdandi í sambandinum millum Gud og menniskju.
Her brúkar Bíblian tvær frálíkar málberingar: Tær hoyra saman, men mugu ikki blandast saman.
“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við harra okkara, Jesusi Kristi” (Róm 5,1).
“Og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,7).

Frið við Gud merkir skipað viðurskifti við Gud!

Eisini í dagligari talu brúka vit orðið á henda hátt: Friður er millum Norra og Svøríki. Friður merkir ikki her eina kenslu. Friður merkir ordnað viðurskifti.

LES EISINI  JESUSVEGURIN

Jesus verður kallaður Friðarhøvdingi, Friðarins Harri. Hann hevur skipað viðurskiftini millum Gud og menniskju. Hann tók burtur syndina. Hann drap fíggindskapin. Hann skapti frið. Tey gomlu tosaðu um “frið við Gud í einari góðari samvitsku”. Tað er ein frálík málbering!

Guds friður er úrslit av at hava frið við Gud. Tú fært frið í hjartað. Frið í samvitskuna. Guds friður er ávøkstur av frelsuni! Fyrst kemur lívið, síðan kemur ávøksturin.

Tú hugsar kanska: – Kenslurnar skifta so nógv hjá mær. Eg havi so lítlan hjartafrið. Hoyr: Tað, Jesus hevur gjørt, broytist ikki! Tað er galdandi hjá Gudi. Óheft av tínum kenslum. Fest títt eyga á Jesus! Ikki á tínar egnu kenslur. Og lat títt eygnabrá fáa tak á kenslunum!

Víðari: Friður geldur sambandið millum menniskju
Paulus skrivar: “Haldið frið tykkara millum!” (1 Tess 5,13)

Áttu vit ikki, sum hava tikið ímóti Jesusi, at hildið frið við hvønn annan” Jú! Lat tí øvund, baktalu og stríð fara. Halt frið! “Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk” (Róm. 12,18).

LES EISINI  Hvat er at biðja?

Tað ber ikki altíð til. Onkuntíð áleggja onnur menniskju okkum nakað, sum ikki er eftir Guds vilja. Tá lýða vit Gudi meir enn menniskju! Sjálvt um klandur stendst av tí. Annars – haldið frið við øll menniskju!

Jesus segði einaferð: “Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guds børn” (Matt 5,9).

 

Til umhugsanar…
“Latið liðini upp fyri rættvísum fólki, sum varðir um trúnað. Lyndi tess er støðugt og stundar á frið, tí á teg tey líta” (Jes 26,2-3).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina