Fríkendur av Gudi

Vit eru í rættarsalinum. Fremst stendur dómarin framman fyri dómarasætinum. Framman fyri dómaranum stendur ein maður, ákærdur fyri álvarsama brotsgerð. Sakarmálið hevur verið fyri í rættinum. Nú fellur dómurin.

Bæði ákæri og verji hava gjørt sítt arbeiði liðugt. Tað sama hava nevningarnir gjørt. Ákærurnar eru førdar fram. Øll bíða spent eftir niðurstøðuni.

Dómarin tekur orðið. Í kvirruni ljóðar tað: “Tann ákærdi er fríkendur í øllum ákærum.” Ein suðan fer ígjøgnum hølið. Summi leggja armarnar um hálsin á hvør øðrum. Lukkuynski hoyrast. Hendur verða rættar.

Tann ákærdi blundar. Tárini trýsta seg fram.

Kenslurnar kunnu ikki sigast við orðum. Fríkendur! Vaskaður reinur! Hann kann fara út úr rættarhølinum sum ein fríur maður!

Við óskaddari æru!

Hendan myndin greiðir so væl frá einum av týdningarmestu orðunum í Bíbliuni: Gjørdur rættvísur – Rættvísgjørdur.

Vit brúka ikki hetta orðið longur í dagligari talu. Tí má tað fyllast við røttum innihaldi. Orðið er tikið úr rættarmálinum og merkir tað, sum hendir, tá ein ákærdur persónur verður fríkendur í dóminum. Sostatt: Fríkenningardómur!

LES EISINI  Høvuðsmálið!

Summar bíbliuumsetingar brúka framvegis orðið rættvísgjørdur. Aðrar bíbliuútgávur skriva í staðin fríkendur og fríkenningardómur. Tað er sama søk.

Hoyr nøkur orð úr Rómverjabrævinum í Bíbliuni:

“Við tað at einki hold verður rættvísgjørt fyri honum av lógargerningum” (Róm 3,20).

“Tí harímót, sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudiligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi” (Róm 4,5).

“Og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm 3,24).

“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við harra okkara, Jesusi Kristi” (Róm 5,1).

Í boðskapinum um at verða rættvísgjørdur liggur svarið upp á spurningin: Hvussu verður eitt menniskja frelst?

Latið okkum taka fram høvuðsmálini í tí, sum Rómverjabrævið her tosar um:

  1. At verða gjørdur rættvísur, merkir at verða fríkendur í Guds dómi. Eingin kann verða frelstur uttan at fáa sína søk við Gud í rættlag.
  2. Okkara egnu gerningar kunnu ikki hjálpa okkum í Guds dómi. Vit hava syndað móti Gudi og eru sek til deyða.
  3. Jesus gekk inn undir Guds dóm. Hann tók okkara syndir á seg og varð dømdur sekur til deyða. Jesus doyði okkara vegna. Og tók burtur syndina, sum er orsøkin til fordømingina.
  4. Trúgvin á Jesus er vegurin til frífinningardóm hjá Gudi. Vit frásiga okkum trúnna á egnar gerningar. Vit líta á, at Jesu frelsuverk heldur.
  5. At verða gjørdur rættvísur, hendir í himlinum. Ikki í okkara hjørtum. Tað týdningarmesta er ikki, hvat eg føli, men hvat Gud sigur.
  6. Tað er ikki stigaskifti í rættvísgerðini. Eingin kristin er meira rættvísgjørdur enn onnur. Her standa øll eins.
LES EISINI  Verjuadvokaturin

Takk Gud fyri rættvísgerðina!

 

Til umhugsanar…

Hvør vil á meg klaga

og til dóms meg draga

út til Sinai?

Mína synd eg skýggi

og til Jesus flýggi,

hann mær gevur frið.

Styrk eg fann,

mín angist svann.

Lív og sæla er mær lagað,

hvør vil tá meg klaga?

(Sálmabókin nr. 484, 1. vers)

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina