Fýra fittar bíbliusøgur

Kvinnan úr Sikar

Í Bíbliuni (Jóh 4,1-42) hoyra vit um eina kvinnu í landspartinum Sámáriu. Tá á døgum vildu jødar ikki ferðast gjøgnum Sámária, tí har livdi eitt blandað fólk, sum teir ikki vildu hava við at gera. Men Jesus er øðrvísi! Hann vildi so fegin møta henni.

Vit kenna ikki so nógv til tað hjá okkum, men tá ið heitast er á degi í heitum londum – millum kl. 12-15 – er ikki vanligt at gera tungt arbeiði úti. Tí var ofta friðarligt úti við brunnin í Sikar mitt á degi. Júst tá er tað, at hendan kvinnan kemur til brunnin at draga upp vatn. Mest sannlíkt var tað fyri at fáa frið og sleppa undan dømandi eygum frá øðrum, at hon kom út hesa tíðina á degnum. Hon hevði jú havt fimm menn, og hann, sum hon nú livdi saman við var ikki maður hennara. Men Jesus visti, at hon fór at koma hesa løtuna, og tí var hann har, tá ið hon kom. Fyri at fáa samband við hana biður Jesus hana geva sær eitt sindur av vatni. Hon undraðist yvir, at hann tosaði við seg, tí á klæðunum sá hon, at hann var jødi, og jødar vildu ikki hava nakað við sámáriu-búgvar at gera.

Meðan kvinnan tosar við Jesus, gongur tað upp fyri henni, at Jesus er tann lovaði Messias. Og hon, sum fyrr skýggjaði fólk, fer frá øllum og skundar sær inn í bygdina at biðja bygdafólkið koma at síggja Jesus. Og fleiri fóru at trúgva á Jesus, tá ið tey hoyrdu hana siga frá.

Soleiðis kann Jesus broyta okkum, tá ið vit læra hann at kenna. Jesus vil eisini fegin møta tær – óansæð, hvussu títt lív hevur verið. Sleppur hann tað?

Nóa

Guð bað Nóa byggja eina ørk – eitt skip. Ørkin skuldi bjarga Nóa, konuni, teimum trimum synunum og konum teirra. Eitt par av hvørjum djóraslag skuldi eisini bjargast í ørkini, umframt 7 pør av teimum djórum, ið Guð segði vóru rein (1 Mós 7,2).
Nóa bygdi ørkina í nógv, nógv ár – onkur sigur meir enn hundrað ár. Helst hava fólk spurt hann, hví hann bygdi eitt so stórt skip, og møguliga hevur hann verið spottaður fyri tað.

Men tað, sum eyðkendi Nóa, var, at hann “gekk við Guði” (1 Mós 6,9), tvs. at hann hevði Guð við í øllum og gjørdi, sum Guð bað hann. Tí er hann ein hetja.

Ein dag bað Guð hann, familjuna og djórini fara inn í ørkina, og so fór tað at regna so illa, at alt var undir. Bara tey, sum vóru í ørkini, vórðu bjargað.
Øll jørðin var undir í vatni, og alt á jørðini doyði. Ikki fyrr enn næstan eitt ár seinni – tá ið tað var fjarað og turt aftur, fóru Nóa og hini úr ørkini.

Tað stendur um Nóa, at hann “fann náði í eygum Harrans” (1 Mós 6,8). Náði merkir, at Harrin bjargaði honum, ikki tí, at hann var betri enn hini fólkini, men bara tí at Guð vildi tað. Guð vísir eisini okkum náði. Tað ger hann, við at vit verða bjargað – ikki í eini ørk – men við at trúgva á Jesus. Hann bjargar okkum í himmalin.
Nóa og hansara vórðu bjargað, tí tey vóru í ørkini, sum fleyt á vatninum. Vit verða bjargað í vatninum, tá ið vit verða doypt. Tað kallar Bíblian eisini, at vit vera frelst.

Nóa gekk við Guði. Vilt tú gera tað?

Ester

Ester var ein vøkur, ung jødisk genta, sum kongurin, Áhasverus, ið ráddi yvir 127 londum – frá India til Etiopia – vildi hava til konu. Allarhelst hevur hon ikki kunnað sett seg upp ímóti hesum, men mátti eftirlíka hansara ynski um hjúnalag.

Ein óndur maður, Háman, ið var ein av ráðgevum kongs, fekk kongin at skrivað undir eina lóg um at gera av við allar jødar í teimum 127 lonunum – tvs. eisini Ester, hóast hon var vorðin drotning.

Systkinabarn Esters, Mordokai, visti um hetta og segði við Ester: Hvør veit, um hetta ikki er orsøkin til, at Guð hevur sett teg at vera drotning, soleiðis at tú kanst fara fram fyri kong (Est 4,14).

Hóast Ester var drotning, kundi hon ikki fara fram fyri kong, uttan at kongur loyvdi tí, ja, hon kundi enntá missa lívið, um kongur ikki vildi tosa við hana. Men hon fekk dirvi frá Guði og átók sær hesa vandamikla uppgávu, har hon ikki bara hugsaði um seg sjálva, men um alt fólk sítt. Úrslitið gjørdist, at kongur loyvdi Ester at koma fram fyri seg, og tá ið hann frætti, hvørjar ætlanir Háman hevði, gav kongur ístaðin boð um, at Háman skuldi takast av døgum.

Ester bjargaði sínum fólki, og jødarnir vórðu ikki tiknir av lívi.

Í dag kann Guð kann eisini brúka okkum, soleiðis at onnur kunnu fáa hjálp. Torir tú at lata Guð brúka teg at hjálpa øðrum?

Pætur

Pætur var ein av Jesu lærusveinum. Áðrenn Jesus doyði, varð Jesus tikin av nøkrum monnum og drigin inn til høvuðsprestin at verða dømdur.

Pætur sníkti seg aftaná, tí hann var góður við Jesus og var tí forvitin at vita, hvat teir fóru at gera við Jesus. Ein genta, sum var har, kendi hann aftur og segði: “Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret” (Matt 26,71).

Men Pætur bannaði uppá, at hann kendi ikki Jesus. Hetta gjørdi hann tríggjar ferðir. Helst var hann bangin fyri, hvat fór at henda sær, um hann segði, at hann kendi Jesus og var ein av lærusveinum hansara.

Pætur var tí als ikki nøkur hetja hesa løtuna. Kanska hevði hann ikki noktað fyri, at hann kendi Jesus, um ein av hinum lærusveinunum høvdu verið har tá. – Vit vita tað ikki.

Men hvussu við tær?

Jesus sigur: “Hvør tann , ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum” (Matt 10,33). Tí mugu vit kennast við Jesus her, so hann kann kennast við okkum, tá ið vit skulu møta Guði. Tí vit sleppa bara í himmalin saman við Jesusi.

Seinni bað Pætur Jesus um fyrigeving og slapp at brúka sítt lív at siga øðrum frá um Jesus.

Jesus kann brúka øll í síni tænastu – eisini tey, ið hava svikið. Vilt tú vera við at siga øðrum frá um hann?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina