Gamal jólasangur nýumsettur

Eg havi áður nevnt á Trúboðanum, at ein jólasangur, sum mær dámar so væl, mær vitandi ongantíð bleiv umsettur til føroyskt. Tað hevur Asbjørn Mikkelsen nú gjørt.

Í 1658 skrivaði Heinrich Held úr Póllandi sangin ’Tøkk og æra veri Gud’, sum sangurin nú eitur á Føroyskum. Heinrich upplivdi nógvan ófrið í sínum lívi. Tá hann var bert 8 ára gamal, varð familjan noydd at flyta undan katólsku mótreformatiónini, og tá hann var vaksin, bleiv umráðið, hann búði í hersett av svenskarum.

Hóast hann livdi í einari tíð við nógvum ófriði, er tað takksemi og vón, sum skína ígjøgnum tekstin. Heinrich Held bleiv bert 39 ára gamal, men náddi at skriva nakrar fantastiskar sálmar, sum enn verða sungnir næstan 400 ár seinni. Og nú kunnu vit endiliga syngja hansara deiliga sálm á Føroyskum.

LES EISINI  Norskur sangur týddur til føroyskt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina