Barnakórið uttanfyri Sjóvarlon

Í gjárkvøldið hevði barnakórið á Strondum sína síðstu venjing fyri jól. Síðsta venjingin varð hildin uttanfyri Sjóvarlon.

Barnakórið hevur fleiri ferðir verið inni og sungið fyri teimum gomlu í Sjóvarlon, men orsaka av Korona, valdu tey at standa uttanfyri hesaferð. Fyri opnum vindeygum stóðu børnini uttanfyri og sungu, meðan tey gomlu sótu innanfyri og lurtaðu. Tað merkist á teimum, at einki rørir hjørtuni sum barnarøddir, og at teimum dámdu sangin, summi sótu við stórum eygum og smíli og klappaðu, meðan onnur bara blundaðu og droymdu seg burtur í einglasanginum. Ein rørandi løta at síggja, hvussu børnini og tey gomlu veittraðu og smíltust til hvørt annað, og at uppliva hvussu ein hugnaløta í frástøða á slíkan hátt kann skapa so stóra gleði.

Børnini sungu nakrar jólasangir og nakrar sunnudagsskúlasangir, og síðani hevði Fríðhild eina stutta andakt. At enda bóðu øll Faðirvár saman, og so róptu børnini gleðilig jól.

Sí myndir omanfyri.

LES EISINI  Barnakór á Strondum.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina