Gev teg yvir
“Gev teg yvir” (til Jesus) var heitið á einum av viðkomandi bíbliutímunum á mansleguni í Nesvík í september. Er tað ikki ómansligt, eyðmýkjandi, óvirðiligt og ótíðarhóskandi í 2018, at tosa til vaksnar og skilagóðar menn, um at geva seg yvir til Jesus? Skulu vit ikki heldur tosa um sterkar, vøddamiklar og viljasterkar menn og kvinnur – sum klára seg og síni sjálv?
Jú, tað er bæði gott, virðiligt og rós vert at klára seg og sítt sjálv. Men at frelsa seg sjálvan undan Guds rættvísa dómi, eru sjálvt mest fyrimyndarligastu, sterkastu,… ríkastu og gløggastu menniskju ikki før fyri. Grundin er einføld tann: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar (tørvar) Guds heiður” (Róm 3,23).
“Ja, men, siga nøkur. So skalt tú bara biðja Jesus koma inn ella rætta hondina upp og siga: “Eg vil trúgva á Jesus!” Er tað so einfalt? Bæði nei og ja.”
Sambært Bíbliuni, so ynskir onki menniskja – av sær sjálvum, at geva seg yvir til Jesus. Nei, onki menniskja søkir Gud ella ynskir at vera frelst av sær sjálvum (Róm 3,10-18). Tí “trá holdsins er fíggindskapur móti Gudi” (Róm 8,7). Sostatt er hjartans trá menniskjans ikki vend móti Gudi, men burtur frá honum – tíverri. Longu í 1. Mósebók 8, 21 stendur: ”tí at hjarta mans stundar á tað illa alt frá ungdómi hans”.
Yvirgivin í dópinum
Mong av okkum eru doypt sum smá at hoyra Jesusi til. Vit vórðu yvirgivin til Jesus, og hann endurføddi okkum við vatni, orði og anda. (Matt 28,18-20, Jóh 3 og Tit 3,5). Samstundis vórðu vit gróðursett á víntrænum Jesusi, ætlað at bera frukt. Tey, sum eru varðveitt í trúnni og harvið í samlívinum við Jesusi, liva dagliga yvirgivin til hansara, og eiga lívið í honum. Tey taka dagliga kross sín upp (yvirgeva seg) og fylgja Jesusi, sambært Lukas 9,23. Tey hava nóg at takka Gudi og menniskjum fyri, tí tey eru varðveitt hjá Jesusi og harvið spard fyri mangar syndir og syndaminnir, sum annars plága mong av teimum, sum gliðu burtur frá Jesusi.
“At Faðirin á himli hyggur og leitar eftir teimum mongu, sum gliðu burtur frá honum, eru góð tíðindi (Luk 15).”
Gud signar til sín
Tí er tað profetarnir í Gamla Testamenti, eins og Jesus og lærusveinarnir í Nýggja Testamenti boðaðu: “Vend um!” ella “Gev teg yvir til Guds!”
Tá tú hvørki kanst venda um ella geva teg yvir til Jesus – av tær sjálvum, so má tað vera tær givið av Gudi. Tað er hann eisini støðugt upptikin av. Hann leitar upp tann burturfarna, kallar á tann burturvilsta, eyðmýkir tann stolta og hugmóðiga, og uggar tey fátæku í andanum.
Tann “lagaligasti” háttur Gud ynskir, at tú gevur teg yvir til hansara uppá, er at hann “signar teg til sín”. Eitt dømið um hetta, er vitnisburðurin frá Meinhardi Jacobsen, skipara í Fuglafirði (Meinhard á Gulldrangi). Hann var andliga vaktur og varð mintur um at geva seg yvir til Jesus. Teir rokaðust undir Íslandi í 1948 og gjørdu fleiri túrar. Síðsta túrin á árinum fingu teir eisini nógvan fisk, men har vóru nógv línuskip á somu leið. Meinhard segði tá við Gud, at um teir nú fluttu í annað stað at fiska og fingu líka nógvan fisk, so skuldi hann geva seg yvir, og Gud harvið eiga hjarta hansara. Teir fluttu og komu í meiri fisk. Meinhard helt orð. Nakað aftaná vitnaði hann um, at hann hevði givið seg yvir til Jesus. Tá knýtti hann orðið frá Rómverjabrævinum 2,4 uppí, sum sigur: “Ella vanvirðir tú ríkidømi av góðsku hansara og tolmóð og langmóð, og veitst ikki, at Guds góðska leiðir teg til umvendingar?” Góðska Guds leiddi hann til umvendingar og yvirgevilsi.
Boðskapurin er livandi
Tann “vanligasti” háttur, Gud nýtir, fyri at fáa fólk at yvirgeva seg til Jesus er, at hann kallar og sannførir gjøgnum gleðiboðskapin. Andin sannførir um synd, rættvísi og dóm, segði Jesus. Lógin avdúkar syndina eins og røntgan/skannarin avdúkar sjúkuna, og sigur, at tú ert ein syndari – tú ert álvarsliga sjúkur, ja, sjúkur til deyða. Tú mást frelsast – tú mást í viðgerð skjótast gjørligt. Lógin gerst tá agarin (skumpari) til Kristus, sambært Galatabrævinum 3,24. Lógin (røntgan) grøðir ongan, men vísir á tørvin fyri frelsaranum (læknanum). Lógin avdúkar syndina og dømir, meðan Jesus fyrigevur syndir og rættvísger syndarar – sum játta syndirnar fyri honum.
Gud ristir til sín
Gud er als ikki “sadistur”, sum dámar at plága fólk. Tvørturímóti er hann kærleiki og vil øllum tað besta – einans tað besta.
“Vilja menniskju kortini ikki geva seg yvir til Jesus, má Gud viðhvørt rista í tey, ja, rista hart í tey.”
Fleiri vitnisburðir eru um tað, og Bíblian sigur hendan sannleikan soleiðis, millum annað í Harmljóðunum 3,31-33: “Tí at ikki skúgvar Harrin ævinliga frá sær; hevur hann nívt, man hann várkunna aftur, tí mikil er miskunn hans, tí at ikki av hjarta hann plágar (ristir í) mannabørn”.
Millum aðrar, so prógvar vitnisburðurin frá brasiliumanninum Jurando Silva tað. Sum 14 ára gamal hjálpti hann stórabeiggja sínum í bakarínum. Ein dagin hann hevði toykt armin niður í ein av stóru miksarunum, fyri at gera eitthvørt, hendi tað, sum ikki skuldi henda. Onkur startaði miksaran, og niðara helvtin av arminum kvettist av. “Gjøgnum tað hendingina fann eg aftur til Guds!”, segði hann fyri mær. “Ja, Gud risti í meg, men hann risti meg inn til sín, heilt inn í sín favn. Tí kann eg kortini takka Gudi fyri hendingina!” var vitnisburður hansara.
Gerningurin er Guds
Gevur tú teg so ikki yvir til Jesus “bara” við at biðja hann koma inn, rætta hondina upp ella siga sum maðurin segði við Jesus: “Eg trúgvi, hjálp tú vantrúgv míni”?
Jú, men ert tú veruliga í tí støðu og meinar tað, sum tú sigur og gert, so er tað eitt úrslit og fylgja av, at Gud fyrst hevur vitjað teg og arbeitt í og við tær.
“Søkir tú Gud – hevur hann fyrst søkt teg. Rópar tú á Gud – hevur hann fyrst rópt á teg. Ynskir tú at geva teg yvir til Jesus – hevur Jesus skapt tað ynski og ta trongd í tær. Trýrt tú á Jesus – hevur hann givið tær trúnna. Ert tú frelstur – hevur Gud frelst teg gjøgnum frelsaran, Jesus. Elskar tú Jesus – er tað tí, hann fyrst hevur elskað teg. Æran er Guds aleina.”
“Eingin kann koma til mín, uttan Faðirin, sum sendi meg, dregur hann” segði Jesus (Jóh 6,44). “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær” (Ef 2,8-9).
At geva seg yvir til Jesus, er ókeypis – men kostar samstundis alt. Tá gerst Jesus tín frelsari, skipari og Harri. Tá ert tú ikki longur harri í egnum lívi – men Jesus gerst tín Harri (1 Kor 6,19-20).
Tað er tað besta bæði í lívi, deyða og uppreisn. Takk Jesus!